Skriva út

Speki fyrilestrar á vinnuháskúlanum

Speki fyrilestrar verða tikinir upp hesa vikuna frá týsdegnum 11/3 til hósdagin tann 13/3. Fyrilestrarnir eru almennir og øll eru vælkomin at lurta.


Speki fyrilestrar á Vinnuháskúlanum í viku 11 (11-14 mars)

Almennir fyrilestrar sum Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri saman við sjónvarpinum í Kringvarpi Føroya. Í hesum umfarininum eru 11 fyrilestrar. Tað hevur víst seg at fyrilestrarnir eru væl dámdir, umleið 7000 fólk hyggja eftir fyrilestrinum vísa kanningar frá Gallup. Evnini eru sera fjølltáttaði, og vert er at bíta merki í, at fólk sum starvast í Danmark kom heim til føroyar at halda fyrilestur. Talan er um Fróða Debes, sum fer at halda fyrilestur um sálarfrøðiligu barnakanningarnar, sum eru gjørdar í nógv ár. Fyrilesturin hjá Firouz Gaini er sera tíðarbærur, fyrilesturin er eitt íkast til kjakið um føroyska skúlan og PISA-kanningarnar.

 

NavnHeitiTíðSimon Passey

Jarðfrøði:
Morphologies and Emplacement Mechanisms of the Lava Flows of the Faroe Islands Basalt Group

Týsdag tann 11/3-kl.9Thomas Varming

Føroysk jarðfrøði: Í fyrilestrinum verður greitt frá Úrslitinum frá boringunum í Judd Basinet “Gullhornið”

Týsdag tann 11/3-kl.11Turid Madsen

Feltarbeiði í Vágatunnlinum: Kanningar áðrenn boringina. Í fyrilestrinum verður greitt frá skjóting av seismikki og  sambandið millum seismikk og veruleikan. Er samband millum lághastigheit og rivur? Hypotesan: At tað er samband millum gosrivur og sund/firðir, er kannað.

Týsdag tann 11/3-kl.13Lis Mortensen

Sunami: Ein fyrilestur um vandan fyri at Føroyar kunnu verða raktar av eini Sunami flóðaldu

Týsdag tann 11/3-kl.15Jan Arge Jacobsen

Norðhavssild: Hesin fyrilestur er um ferðamynstrið hjá norðhavssild í Norðuratlantshavi, frá “sildatíðini” í 50- og 60-unum, tá hon hvarv úr okkara øki, til tíðina fyrst í 90-unum, tá hon aftur kom í føroyskan sjógv, og tær spennandi broytingarnar í ferðamynstrinum seinastu árini. Serliga verða stovnsstødd, ferðing, gýtingarøkir og vetrarøkir viðgjørd, umframt fiskiskapurin hesi árini.

Mikudag tann 12/3-kl.11Dorete Bloch

Skaðadjór: Hesin fyrilestur viðger nøkur av teimum vanligastu skaðadjórunum í Føroyum so sum fýrur, klukkur, flatmaðkur osfr. Hvønn skaða gera tey, og hvørjar umstøður hava tey í Føroyum?

Mikudag tann 12/3-kl.13Fróði Debes

Sálarfrøði barnakanning: Hvat siga barnakanningarnar? Ein fyrilestur um metodiskir spurningar. Um intelligens: Hvat er arvaligt, og hvørja ávirkan hevur umhvørvið?

Mikudag tann 12/3-kl.15Lis Mortensen og Gunnar Bjarnason

Erosión í haganum: Í fyrilestrinum verður víst á, hvussu ein bóndi ella hagavallari kann síggja ábendingar um, at hagin verður ov hart bitin av seyði?

Hósdag tann 13/3-kl.11Maria Dam

Umhvørviseitur: Ein fyrilestur um umhvørviseitur í Føroyskum mati við fokus á grind og sjófugl

Hósdag tann 13/3-kl.13Firouz Gaini

Skúli og læring: Antropologisk sjónarmið Fyrilesturin hyggur fram í tíð og lýsir viðurskifti, ið fara at seta sín dám á skúla, útbúgving og læring í Føroyum komandi árini. Serliga verður hugt at vitan, førleika og sosialum kapitali. Fyrilesturin er eitt íkast til kjakið um føroyska skúlan og PISA-kanningarnar. Høvuðsspurningurin er her: Ynskja vit at fáa eitt ”vitanarsamfelag”?

Hósdag tann 13/3-kl.15