30.01.2019
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Spennandi fyrilestur um gransking í evnafrøðiligum náttúruevnum.

Føroyski  evnafrøðingurin, Jens M. J. Nolsøe, fer at halda áhugverdan fyrilestur í 45 minuttir mikudagin kl. 13:00 tann 30.01.2019 í høli U511 í Sjóvinnuhúsinum, Vestara Bryggja 15, 100 Tórshavn. U511 er á fimtu og ovastu hædd.  Fyrilesturin fer at snúgva seg  um týðandi gransking í evnafrøðiligum náttúruevnum, so sum marinu prostaglandin-líknandi feittsýruna: (-)-mucosin. Slík gransking er áhugaverd í sær sjálvum, og kann harafturat slóða  fyri framleiðslu av hávirðisúrdráttum burtur úr marina tilfeinginum í havinum kring Føroyar.

Til ber til at fylgja fyrilestrinum á Skype við at trýsta her