Rósa Egholm
13.11.2019
Setrið Til lesandi Lestrarskrivstovan
Skriva út

Spennandi kapping fyri lesandi á masterútbúgvingum

Luttak í ritgerðarkapping um Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapin - og vinn 40.000 kr. 

Ert tú lesandi á master-stigi, og umhugsar at skriva tína ritgerð um Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapin, so kanst tú vera við í nýggjari kapping. 

Sum nakað nýtt eru Føroyar, Grønland og Danmark farin saman um at gera eina kapping, har besta ritgerðin um Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapin verður funnin. Vinnarin fær eina viðursløn upp á 40.000 kr. og møguleikan at fáa miðla sína ritgerð til almenningin. Ein vinnari verður funnin í hvørjum av teimum trimum londunum.

Ritgerðir frá várhálvuni 2020

Ynskir tú at luttaka í kappingini skal tín ritgerð verða próvdømd í várhálvuni 2020. Tú skalt samstundis gera tína útbúgving á Fróðskaparsetrinum lidna í seinasta lagi á sumri 2020. Harafturat er krav, at ritgerðin hevur fingið minst 10 sum próvtal.

Allar útbúgvingar kunnu verða við

Tín ritgerð kan vera um søgulig, mentanarlig og politisk viðurskifti, men kann eisini vera um landalæru, ferðavinnu ella nógv ymisk annað. So leingi tú leggur dent á Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapin, so kanst tú luttaka.

Virðislønarhandan  

Tær tríggjar virðislønirnar fara til tær ritgerðirnar, ið koma við einum heilt nýggjum sjónarmiði ella nøkrum góðum hugskotum og uppskotum til loysnir til tær avbjóðingar, ið verða viðgjørdar í ritgerðini. Við virðislønini upp á 40.000 kr. (minus skat) fylgir eisini ein virðislønarhandan, har danski útbúgvingar- og granskingarmálaráðharrin Ane Halsboe-Jørgensen handar virðislønina. Umboð frá universitetunum í teimum trimum londunum verða við til handanina og eisini eru tíðindafólk boðin við.

Les meira

Til ber at lesa meira um treytirnar fyri at luttaka á heimasíðuni hjá danska útbúgvingar- og granskingarmálaráðnum - Specialekonkurrence om rigsfællesskabet 2020.

Her finnur tú eisini nærri kunning um, hvussu tú meldar teg til.