Spennandi summarskeið um mannarættindi og liberalt fólkaræði
24. til 28. august 2026 var afturvendandi summarskeiðið “Limits of Human Rights and Liberal Democracy” á løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum
Hetta var triðju ferð, at altjóða skeiðið, sum byrjaði í 2024, var hildið.
Skeiðið er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Keypmannahavnar Universitet og Universitetið á Akureyri.
Sum heitið boðar frá, er evnið ein kritisk viðgerð av liberalum fólkaræði og mannarættindum.

Allar dagar vóru fyrilestrar og bólkaarbeiði.
Mánadagin hugleiddi Bárður Larsen, lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, um pólsku heimspekingarnar Ryszard Legutko og Zbigniew Janowski og teirra uppáhald, at vit síggja ávísar totaliterar tendensir í modernaða Vesturheiminum.
Týsdagin helt Jóhan J. Lamhauge, námslektari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, fyrilestur grundað á hugsanirnar hjá skotska heimspekinginum Alasdair MacIntyre í bók hansara After Virtue frá 1981 um kreppuna í nútímans vesturlendskari moralskari hugsan og avleiðingini fyri fólkaræði og mannarættindi.
Mikudagin røddi Mikael M. Karlsson, adjungeraður professari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, um hugtakið um mannarættindi, sum ofta verður hildið grundleggjandi umstrítt. Hetta helt hann ofta kunna sporast aftur til, at mangir høvundar, sum skriva um mannarættindi, ikki geva sær nóg nógv far um gamla platonska idealið at royna at definera tað greitt, sum ein meinar við, tá ein tosar um mannarættindi.
Hósdagin tosaði Henrik Palmer Olsen, professari á i-Courts granskingardeplinum við Keypmannahavnar universitet, um legitimitet og trupla samanspælið millum Europeiska Mannarættindadómstólin og einstøku limalondini, og hvørt tað er rímiligt at halda, at dómstólurin er farin ov langt í, sum summi halda, í at tulka rættindi inn í sáttmálan, sum ikki vóru har at byrja við.
Til seinast, fríggjadagin, hugleiddi Hrannar Már Hafberg, frá universitinum á Akureyri, um eina røð av grundleggjandi spurningum um europeiskan mannarætt, so sum týdningin av, at europeiski dómstólurin tulkar hugtøk knýtt at sáttmálanum óheft av líknandi tulking í limalondunum. Eisini greiddi hann frá um sokallaða moralska tulking øðrumegin og orðljóðstulking hinumegin, har Europeiski mannarættindadómstólurin hevur slóðað fyri tí fyrra háttalagnum.
Skeiðið er býtt í tríggjar variantar, 5, 7.5 og 10 ECTS. Øll lesandi hava eina munnliga roynd yvir netið at enda, meðan 7,5 ECTS-lesandi harumframt taka eina fleirvalaroynd í 45 minuttir grundað á eyka tekst, sum telur 1/3, og 10 ECTS-lesandi taka eina fleirvalaroynd í 90 minuttir yvir meira umfatandi eyka tekst, sum telur 1/2 av próvtalinum.
Fleirvalaroyndirnar vóru mánamorgunin 24. august, tá skeiðið byrjaði, og endaliga munnliga royndin var 1. september.
Í alt 10 lesandi úr Íslandi, Danmark og Føroyum vóru meldað til skeiðið.
Tað verður kunngjørt í næstum, nær skeiðið verður komandi summar.