18.06.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Spennandi útbúgving og starv í KT-verkfrøði á Setrinum

KT-verkfrøði í samstarvi við Mittuniversitetið og føroysku KT-vinnuna bjóðað út fyri 3. ferð.


Síðani henda KT-verkfrøði-útbúgving (BSc) fyrstu ferð bleiv bjóðað út í 2010, hevur áhugin fyri útbúgvingini verið stórur.

Lestrarupptøka 2014
Upptøka til KT-verkfrøði er í 2014. Freistin at søkja inn eftir kvotu 1 er tann 1. juli. Tað eru 14 umsóknir komnar eftir kvotu 2, har freistin var 15. mars. Frá hesum kann vantast at uml. 20-30, ella fleiri, vilja søkja inn til KT-verkfrøði í ár.

KT-verkfrøði
KT-verkfrøði er ein 3-ára útbúgving innan teldufrøði við denti á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum. Eisini er dentur á ymisk altjóða KT-evni, sum geva teimum lesandi innlit í nýggjar vinnumøguleikar bæði innan- og uttanlands, t.d. app-forritan til fartelefonir. Útbúgvingin er nærri lýst á heimasíðuni og í faldara (sí leinki niðanfyri).

Samstarv ímillum Fróðskaparsetrið, KT-vinnu og Mittuniversitetið
Umframt at einamest tveir professarar arbeiða við gransking og hesi útbúgving, og lutvíst 1-2 lektarar í stødd- og hagfrøði, so er ein týðandi partur av útbúgvingini grundaður á samstarv við vælútbúgvin fólk úr føroysku KT-vinnuni og frá øðrum stovnum. Eisini eru uml. 30% av skeiðunum í útbúgvingini fjarlestrarskeið frá Mittuniversitetinum úr Svøríki sbrt. samstarvsavtalu frá 2010.

Námslektari í KT-verkfrøði
Nýliga er søkt eftir námslektara í KT-verkfrøði (freist 20. juni, sí leinki niðanfyri). Hesin skal styrkja KT-verkfrøði-útbúgvingina sum heild, og serliga innan forritan, m.a. við at veita stuðulsundirvísing til svensku fjarlestrarskeiðini.

KT-økið mennist – eisini í Føroyum
Granskarar og undirvísarar úr KT-vinnuni geva næmingunum íblástur og sambond úr vinnuni, og hjálpa til at halda útbúgvingina dagførda. Tí KT-økið er í støðugari menning eisini í Føroyum. Í 2014 bleiv t.d. ein føroysk KT-fyritøka (Simprentis) seld til USA, og ein onnur (Teldware) fekk KT-tøkni patenterað í USA. Fleiri KT-verkfrøðingar frá Fróðskaparsetrinum starvast nú í KT-vinnuni, og aðrir eru undir víðari lestri uttanlands.

Les meira um:

Lestrarupptøka 2014 og meira um KT-verkfrøði

Lýsing av KT-verkfrøði og víðari lestrarmøguleikum í faldaranum “SKAPA TEG Á SETRINUM 2014”

Lýsing eftir námslektara í KT-verkfrøði

Úr tíðindasending hjá Kringvarpi Føroya, frá 02:26