University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
DHS Vitjan Frá Kekkia
18.09.2026
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Spennandi vitjan úr Kekkia

Í gjár var spennandi vitjan úr Kekkia á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya

Gestirnir komu frá Vyšší odborná škola zdravotnická í Trutnov, har sjúkrarøktarfrøðingar verða útbúnir.

Tey fingu kunning um okkara sjúkrarøktarfrøðiútbúgving, og gott og kveikjandi orðaskifti var um útbúgving og undirvísing av sjúkrarøktarfrøðingum. 

Millum evnini, sum vórðu umrødd, vóru klinisk undirvísing, venjing í kliniskum førleikum og sambandið millum undirvísing og kliniska praksis. Eisini var áhugavert at hoyra um tær framkomnu venjingarstovurnar hjá skúlanum í Trutnov og teirra royndir við praktiskari undirvísing.

Gestirnir fingu eisini høvi til at síggja venjingarstovuna á Setrinum og fáa innlit í, hvussu ástøði, praktisk venjing og klinisk útbúgving verða skipað og knýtt saman í sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini í Føroyum.

Eisini varð skift orð um møguleikar fyri framtíðar fakligum samskifti og samstarvi millum Føroyar og Kekkia.

Vitjanin gav høvi til góðar fakligar samrøður og vitanardeiling um sjúkrarøkt, undirvísing og kliniska útbúgving í ymiskum londum og heilsuverkum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  2. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving

  3. Bók Rógvi Olavson COVID

    Nýggj bók um kreppustýring undir COVID-19