Khanh Duc Nguyen
25.07.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Spræna CO2 niður í undirgrundina fyri at minka um vakstrarhúsárinini

Staðfestingin av alsamt vaksandi miðalhitanum á jørðini, alt fleiri hendingar við óvanligum og oyðileggjandi veðurfyribrigdum, og minkandi ísurin í Pólhavinum, hevur hert kjakið um hvørji versnandi umhvørvisárin eru væntandi orsakað av veðurlagsbroytingunum.


Fyri at byrgja upp fyri hóttandi veðurlagsbroytingunum orsakað av mannaskaptum vakstrarhúsgassum, samdust tey sonevndu framkomnu londini í 1997 um at minka um útlátini av vakstrarhúsgassunum við 5.2% (í meðal) í tíðarskeiðinum 2008-2012. Henda semjan er kend sum Kyoto Protokollin. Fyri at náa málinum í hesari semjuni er  neyðugt at menna hættir til at minka um CO2 útlátini. Slíkar ætlanir krevja fleiri átøk, so sum meiri skynsama orkunýtslu, at gera seg minni bundnan av olju, at taka CO2 úr atmosferuni millum annað við at dyrka meiri gróður, ella at skilja CO2 burturúr útlátinum, og beina tað í goymslur, sum ikki hava samband við atmosferuna.

 

Fyri kortum byrjaði Týski Granskingardepilin fyri Jarðvísindum (German Research Center for Geosciences), vanliga stytt GFZ,  ta fyrstu CO2 sundurskiljingarverkætlanina í Týsklandi við Ketzin, ið er tætt við býin Potsdam. Her er ætlanin komandi 2 árini at goyma upp til 60.000 tons av CO2  meira 600 m niðri í jørðini. Tað eru kortini nøkur ár síðani at fyrsta handilsliga CO2 sundurskiljingarverkætlanin í heiminum byrjaði. Tað er jarðfrøðiliga goymsluverkætlanin í Sleipnir-økinum í norska partinum av Norðsjónum dømi um.

 

Sleipnir økið liggur umleið 250 km út fyri Vesturnoregi og framleiðslan byrjaði har í august 1996.  Økið er í tveimum. Á Sleipnir Vest-økinum er bert ein sonevndur brunnpallur, sum sendir framleiðsluna gjøgnum eina 12 km langa rørleiðing til framleiðslu- og viðgerðar pallin Sleipnir-T á Sleipnir Eyst-økinum. Har er eisini Sleipnir-A pallurin, og eru hesir báðir pallarnir bundnir saman við eini brúgv.

 

Sleipnir-Vest er eitt av størstu gassframleiðandi økjunum í norska partinum av Norðsjónum. Kapasitetur er til at útflyta 20,7 milliónir rúmmetrar av gassi og 60.000 tunnur av stabiliserandi kondensati, t.v.s. lættari olju, um dagin.

 

Undir fyrireikingunum av økinum í 1990 varð staðfest, at 4 – 9,5 % av gassinnihaldinum var CO2, og fyri at kunna leiða framleiðsluna beinleiðis inn í rørleiðingarnar, sum er til keyparar í Evropa,  mátti CO2 innihaldið minkast niður í 2,5%

 

Fyri at nøkta hesum krøvum verður CO2 skilt burturúr náttúrugassinum. Hetta verður gjørt á Sleipnir-T pallinum. Síðani verður CO2'ið flutt yvir á Sleipnir-A pallin, sum sprænir tað niður í goymslur undir havbotninum. Goymslugrýtið er saltvatns berandi sandgrýti í sonevndu Utsira-formatiónini, ið er 987 m undir havbotninum. Innspræningin byrjaði í 1996, og er ætlað at vara í 20 ár við eini árligari innspræning á 1 millión tons av CO2.

 

Fyrstu tíðina vórðu ymsir hættir royndir til at fylgja við innsprænda CO2'inum. Av hesum vórðu endurtakandi 3D seismikk-mátingar hildnar at geva bestu útslitini, bæði út frá tøkniligum og fíggjarligum sjónarmiðum. Hesar seismikk-kanningar hava givið innlit í hvussu innsprænda CO2'ið spjaðir seg í saltvatns berandi løgunum í undirgrundini.  Framhaldandi 3D seismikk mátingar hava víst, at sjálvt tunn løg við CO2 vísa seg týðuliga í hesum slag av mátingum. Í dag verður  hildið, at hesin mátiháttur við stórari vissu hevði avdúkað, um tað lak  frá goymsluni upp í grótfláirnar omaná. Higartil hevur eingin broyting verið at sæð í ovaru grótfláunum á Sleipnirøkinum.