University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2022-09-01 at 10-58-59 Oljunýtsla Hagstova Føroya.png

(Foto: hagstova.fo)

Brynhild Thomsen
01.09.2022
Setrið

ST-málini mugu mátast fyri at kunna røkkast

Í næstu viku fær almenningurin atgongd til nýggja heimasíðu hjá Hagstovuni, sum hevur til endamáls at máta, hvussu gongst við at røkka ST-málunum um burðardygga menning fram til 2030

6. september klokkan 10:00 verður alment tiltak í Smæruni í Havn, har Hagstovan fer at avdúka nýggja heimasíðu, sum vísir, hvussu gongst við at røkka málunum um eitt burðardygt samfelag.

Føroya Landsstýri hevur sett sær fyri, at vit skulu røkka málunum hjá Sameindu Tjóðum um burðardygga menning fram til 2030, men málini mugu mátast fyri at kunna røkkast.

- Tað hevur tí týdning, at øll lond hava skipaðan og einsháttaðan leist at máta gongdina fram móti málunum, sigur Hagstovan í innbjóðing til tiltakið í Smæruni.

Í flest øllum londum í heiminum eru tað hagstovurnar, sum hava uppgávuna at máta málini. Í Føroyum hevur Hagstova Føroya uppgávuna.

ST-málini eru 17 í tali og snúgva seg millum annað um at basa fátækadømi, at veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum.

Hagstova Føroya hevur í tvey ár arbeitt við at veita føroyskar dátur til indikatorarnar, sum eru viðkomandi fyri málini. Og nú verða hagtølini so tøk á nýggjari heimasíðu, sum er ment til hetta endamálið.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Álvur Haraldsen 260526 0161 (1)

    UArctic Congress 2026: Ljómandi veitsla í Tórsgøtu

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

    Costas, ES-kommisserur: - Hetta er órættvíst

  3. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett