Lív Maria Róadóttir Jæger
22.08.2022
Setrið Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Stakskeið: Estetikkur og listalig praksis

Útbúgvingin í listaligum arbeiði bjóðar í heyst út stakskeiðið: Æstetik og kunstnerisk praksis – formbevidsthed og erfaringsdannelse i samspil

Freistin at tekna seg er 2. september. Undirvísari er Neal Ashley Conrad Thing, sum er ph.d. í bókmentum, og hevur drúgvar royndir sum undirvísari. Skeiðslýsingina kanst tú lesa her.
Undirvísingarmálið er danskt.

Skeiðið leggur dent á kritiska hugsan tvørtur um listaligar siðvenjur og sløg – t.e. bókmentir, tónlist, ritlist og list í breiðari merking. Undirvísingin er skipað við fyrilestrum, verkstovum og praktiskum venjingum, og er savnað í trý styttri tíðarskeið, sum merkir, at tíðarætlanin ikki fylgir vanligari vikuligari tímatalvu. Sí tíðarætlan her.

Skeiðið byrjar 6. september og endar 29. november.

Skeiðið gevur 10 ETCS.

Kostnaður 2000 krónur.

Tilmeldingarfreist: 2. september

Tilmeldingarskjal

Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til virkandi útbúgvingarleiðara fyri Útbúgvingina í listaligum arbeiði: Lív Maria Róadóttir Jæger, livj@setur.fo.