University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
holdinghands.jpg
18.08.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Stakskeið: Heilsuvísindi, samfelag og mentan í Føroyum

1. september er evstamark at søkja pláss á spennandi stakskeiði um, hvørja ávirkan samfelagslig og mentanarlig viðurskifti í Føroyum hava á heilsuna og vælferðina

Í september, oktober og november vera 16 hollir skeiðsdagar, har okkara samfelag og mentan verða greinað út frá, hvønn týdning tey hava fyri heilsustøðu og vælferð hjá føroyingum.

Talan er um stakskeið, sum gevur 15 ECTS-stig fyri 5000 krónur.

Tað er Anna Sofía Veyhe, ph.d. og adjunktur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, sum hevur ábyrgdina av skeiðinum, sum hevur nummar 8728.22.

Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, kjak, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.

Á skeiðinum verður dentur serliga lagdur á hesi viðurskifti: Demografiska gongdin í Føroyum; aldur, kyn og migrationsmynstur; heilsupolitikkur og vælferð; Føroyar sum smáoyggjasamfelag; mentan og átrúnaður í Føroyum; sosialur ójavni og heilsa og lógarkarmar fyri heilsu í Føroyum.

Fortreytirnar fyri at kunna luttaka heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi ella onnur viðkomandi útbúgving á bachelorstigi. Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi ella tilsvarandi.

Lesið meira her og her.

Umsóknarblað er her.

Umsóknarfreist er 1. september. 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing