Stakskeiðini Búskaparstýring og leiðsla, umframt Lóg og leiðsla, verða bjóðaði út á Søgu- og Samfelagsdeildini
Martin Nolsøe Simonsen
12.07.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stakskeið í leiðslu, búskaparstýring og lóg

Á Søgu- og Samfelagsdeildini heysthálvuna 2022 kann tú, sum leiðari, ella komandi leiðari, fáa innlit í:

  1. Hvussu leiðsla og búskaparstýring hanga saman
  2. Leiðsla og lóg í privata og almenna geiranum hanga saman.

Tvey fak verða bjóðaði út - Modul 3a (5ECTS) og Modul 3b (10ECTS) - ið eru partar av master/kandidatútbúgvingini: Master í leiðslu og skipan, á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

Fakini eru serstakliga viðkomandi fyri fólk í leiðslustørvum í almenna, eins væl í privata geiranum.

Hendan vitan um ávikavist búskaparstýring og leiðslu, og lóg og leiðslu, hevur við sær, at leiðaran er betri ílatin til at taka avgerðir, umframt at hetta eru hent leiðsluamboð í gerandisdegnum, bæði beinleiðis og óbeinleiðis.

Innihald í modul 3a, í fakinum Búskaparstýring og leiðsla er:

  • Samskifta um búskaparstýring á ein fakligan undirbygdan máta til viðkomandi málbólkar.
  • Meta um viðkomandi leiðslufrágreiðing og val av fíggjarstýringaramboðum til at røkka ásettum málum.
  • Greiða frá, hvussu roknskapur skal lesast og skiljast
  • Greiða frá týðandi búskaparligum hugtøkum, herundir hvussu roknskapurin verður til, ávirkaður og brúktur.
  • Seta viðkomandi lyklatøl upp til roknskapargreining.
  • Eyðmerkja rák og frávik í roknskapartilfari
  • Greiða frá og meta um, hvørji fíggjarstýringaramboð og/ella átøk eru hóskandi til at bøta um mannagongdir og botnlinju/búskett.

Innihald í modul 3b, Í fakinum Lóg og leiðsla er:

  • Greiða frá innihaldi í og skipan av rættarkeldum og rættarpraksis, og hvussu stovnar av týdningi fyri fyrisitingarrætt, setanarrætt og privatan rætt eru skipaðir.
  • Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar.
  • Finna viðkomandi rættarkeldur og rættarpraksis innan nevndu rættarøki og greiða frá terminologi og háttalagi.
  • Greina truplar fyrisitingarrættarligar og setanarrættarligar avbjóðingar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av rættarkeldum.
  • Reflektera yvir og grundgeva fyri støðutakan í ítøkiligum málum, har rættargrundarlagið ikki er greitt, og har “kapping” kann vera millum ymiskar heimildar grundgevingar.
  • Perspektivera markamót millum fyrisitingarrættarligar og arbeiðsmarknaðarrættarligar meginreglur í sambandi við setanir.
  • Miðla og argumentera vitan og loysnir innan fyrisitingarrætt og setanarrætt skrivliga og munnliga á greiðan hátt.

Undirvísingin er í vikuskiftum (2.-3. hvørt vikuskifti), heysthálvuna 2022, fríggjadagar frá kl. 14-17.00, og leygardagar frá kl. 9-14.00. Í talvuni niðanfyri síggja tit dagfestingarnar fyri undirvísing:

Upptøkukrav: Universitets bachelor

Tilmeldingarskjal finnur tú her

Freistin at søkja um upptøku er 15.8.2022.

G.G. Hetta er ein gjaldsútbúgving og hvørt ECTS kostar kr. 2000,- ella kr. 30.000,- fyri bæði skeiðini í alt. Til ber at taka modul 3a fyri seg, ella modul 3b fyri seg, og kostar hetta ávikavist kr. 10.000,- og kr. 20.000,-

Eru spurningar, so ring +298 299434,  ella skriva til Súsannu Olsen, útbúgvingarleiðara susannao@setur.fo