University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Stakskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya (1)
Søgu- og samfelagsdeildin/AKM
21.06.2011
Søgu- og samfelagsdeildin

Stakskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya

Í summar verður serskeið á masterstigi í lóg á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.


Talan er um fakið "At skriva serritgerð í lóg", ið er nýtt fak.

Fakið skal fyrireika lesandi at skriva serritgerð (speciali) í løgfrøðifakum. Tey lesandi skulu trygt kunna fara undir at skriva serritgerð vitandi um viðkomandi formlig og tøknilig krøv. Tey lesandi skulu gerast varug við fakligi málini í ritgerðum, tá ið ræður um at seta upp spurdóm, lýsa háttalag, skipa, tilvísa í teksti og notum, keldulista, grundgeva retoriskt, logiskt og pragmatiskt, og koma til haldgóðar niðurstøður, umframt nøktandi at vitja øll viðkomandi sløg av heimildum og á hóskandi hátt velja, avmarka og lýsa tær.

Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróðskaparsetrinum ella á øðrum lærustovni, sum metast má at kunna góðskriva fakið) verður skeiðsgjald kr 2.500,- kravt, íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald.

Lærarar eru Kári á Rógvi og Bárður Larsen.

Avmarkað pláss

Umsóknarfreistin er sett til 22. juni


Sí skeiðlýsing


Umsóknarblað fæst her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast