Søgu- og samfelagsdeildin/BJ
06.06.2011
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stakskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya

Í heyst verða væl umtóktu stakskeiðini í lóg aftur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Øll skeiðini verða á masterstigi.


Fakini boðin út í heyst verða:


  - Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur.

     Kostnaður fyri skeiðið kr. 5.500

  - Brúkaralóg.

     Kostnaður fyri skeiðið kr. 5.500

  - Skattlig viðgerð av vinnuligari skuld.

     Kostnaður fyri skeiðið kr. 3.000

  - Føroyskur kommunurættur. 

     Kostnaður fyri skeiðið kr. 3.000

Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróðskaparsetrinum ella á øðrum hægri lærustovni, sum metast má at kunna góðskriva fakið) verður skeiðsgjald kravt (sí omanfyri), íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald.

Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf. 352580 ella her á heimasíðuni

Avmarkað pláss.

Umsóknarfreistin er sett til 15. august 2011.


-----------------------------------------------------------------------------------------------------------
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00.  J. C. Svabos gøta 14 .  FO-100 Tórshavn
www.setur.fo