22.12.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stakskeið: Leiðsla og stovnsmentan

Søk áðrenn 15. januar á spennandi stakskeið í leiðslu og organisatiónsmentan. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur

Sum leiðsla mást tú kenna tína organisatión væl, og ein lykil til tað er holl vitan um, hvussu stovnsmentan kemur til sjóndar í verki - bæði tilvitað og ótilvitað -, umframt at kenna nýggjastu rákini ástøðiliga og granskingarliga á hesum økinum.

Við hesum skeiðinum á Fróðskaparsetri Føroya fær tú innlit í, hvat stovnsmentan er sum heild, umframt hvussu hetta sær út í einum føroyskum konteksti.

Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu skilja hugtakið og fyribrigdi stovnsmentan.

Stovnsmentan er okkurt slag av ósjónligum mynstri, sum er millum fólk og setur karmarnar fyri okkara normum, virðum, sjónarmiðum og gerðum, tá ið vit eru til arbeiðis.

Á skeiðinum fær tú innlit í:

•    Greining av organisatiónsmentan
•    Organisatiónsmentan og dømi um hvussu, vísindaligar greinar viðgera evnið.
•    Klassisk og nútímans ástøðir um organisatiónsmentan 
•    Hvussu normar, virði og sjónarmið mynda eina organisatión
•    Kritiska grundan um ymisku ástøðini um stovnsmentan
•    Hvussu stovnsmentan kemur til sjóndar í ymiskum londum

G.G. Hetta er stakskeið, sum telur 5 ECTS, og sum eisini partur av leiðsluútbúgvingini, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út sum kandidatútbúgvingina, Master í Leiðslu og Skipan. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart.

Les meira um skeiðið her.

Kostnaður: 10.000 krónur.

Undirvísing byrjar 26. januar.

Skeiðið endar: 17 februar.

Próvtøka: 28 februar.

Umsóknarfreist: 15 januar 2024