31.01.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stakskeið: Millum tøkni, politikk og samfelag

Enn eru nøkur pláss eftir á spennandi skeiði á Setrinum um miðlar og politiskt samskifti - umsóknarfreistin er longd til 10. februar

Hvønn leiklut hava siðbundnir og talgildir miðlar í samfelagnum í dag? Hvussu er politiska samskiftið broytt seinastu áratíggjuni av tøkniligu kollveltingini á samskiftisøkinum? Og hvat eru avleiðingarnar av hesum fyri sosialan trivnað, siðmenning og politiska luttøku?

Hetta eru nakrir av týdningarmiklu spurningunum, sum verða viðgjørdir á skeiðnum, Miðlar og politiskt samskifti, sum byrjar 14. februar.

Skeiðið viðger avgerandi tættir og ástøði, sum eru viðkomandi fyri at skilja miðlar og politiskt samskifti í einum meira og meira talgildum heimi. Hetta verður sett í samband við søguligu og tøkniligu menningina til í dag, og spurt verður, hvør leikluturin hjá miðlum og miðlatøkni er í menningini av samfelagnum og einum virknum og upplýstum borgaraskara.

Endamálið er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar at viðgera rembingar í sambandi við miðlagerð og politiskt samskifti úr einum breiðum sjónarhorni.

Skeiðið setur søguligt, heimspekiligt, stjórnmálafrøðiligt og samfelagsfrøðiligt sjónarhorn á politiskt samskifti og viðgerð eisini hvørjar avbjóðingar hetta kann hava fyri vælferð og fólkaræði.

Skeiðið er í høvuðsheitum býtt í hesi tema:

  • Miðlar sum veruleikaskapandi
  • Kreppan í politiska samskiftinum
  • Tíð, rúm og data
  • Politiskur vígvøllur í broyting
  • Almenna rúmið, netið og frælsi
  • Falstíðindi, poliarisering og álit
  • Miðlaskipanir og -vælferð
  • Algoritmur, data og samfelag
  • Silicon valley og miðlar sum ørindasveinar.

Skeiðið er á masterstigi og er ætlað øllum lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, har tað kann vera viðkomandi partur av teirra útbúgving. Harafturat kunnu fólk uttanfyri setrið eisini søkja, um tey hava lokið samfelagsvísindaliga bachelorútbúgving.

Les meira um skeiðið her.

Umsóknarblað er her (Gevið gætur: Umsóknarfreistin er longd til 10. februar).