University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
0006 (2)

Til ber hjá fólki at taka mong spennnand skeið á Setrinum

25.07.2025
Setrið Lestrarskrivstovan

Stakskeið: Umsóknarfreist 4. august

Útbúgvingar á Setrinum eru settar saman av støkum skeiðum, og fólk, sum annars ikki ganga á Setrinum, kunnu tekna seg til stakskeið og taka prógv í teimum, um pláss eru tøk. 

UMSÓKNARFREISTIN FYRI HEYSTIÐ 2025 er mánadagin 4. august

Yvirlit yvir skeið, sum verða boðin út, sæst í skeiðsskránni hjá Setrinum. Gevið gætur, at øll skeið verða ikki boðin út sum stakskeið, men mong eru í at velja kortini. Hetta sæst undir "Tilmelding" í einstøku skeiðslýsingini á skeiðsskránni. 

Treytin fyri upptøku er, at tøk pláss eru. 

Harumframt verða eisini serstøk gjaldsskeið boðin út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg.

Hesi gjaldsskeiðini sært tú listaði hvør sær niðast á síðuni "Aðrar útbúgvingar og skeið".

 

Umsóknarblað

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving