06.07.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stakskeiðið í stjórnmálafrøði

Undirvísingarætlanin til skeiðið: "Føroyar í 21. øld: Politiskar avbjóðingar"


Stakskeiðið í stjórnmálafrøði “Føroyar í 21. øld: Politiskar avbjóðingar”, telur 10 námsstig, sum svarar til triðingin av eini lestrarhálvu. Undirvísingin byrjar 26. august 2009, og próvtøka verður í desember. Undirvísingarætlan fæst her.

 

Lærarar verða Jens Chr. Svabo Justinussen, adjunktur og Beinta í Jákupsstovu, lektari. Eisini verða fleiri gestafyrilestrahaldarar.

 

Skeiðið er viðkomandi fyri ta støðu, sum Føroyar eru í í løtuni, har nakrar av teimum størstu avbjóðingunum koma sum rák uttanífrá. Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á nakrar altjóða broytingar, og hvussu hesar broytingar verða ástøðiliga tulkaðar. Serliga verður hugt at, hvat hesar broytingar kunnu fara at merkja fyri Føroyar.

 

Evni, sum verða umrødd, eru m.a. fíggjarkreppan, trygdarpolitikkur, politisk tiltøk í sambandi við veðurlagsbroytingar, Útnorðurlondini og ES, røkt og brúk av fiskistovnum, vinnuligar broytingar og bygnaðarbroytingar í almennari umsiting. Undirvíst verður á 6 seminarum, sum eru tveir heilar dagar hvørja ferð.

 

Skeiðið endar við einum próvtøkuseminari, har tey lesandi leggja fram eina uppgávu og svara spurningum frá lærarum og lesandi. Próvtalið verður ein samlað meting av skrivliga og munnliga avrikinum við uttanseturspróvdómara.

 

Skeiðini eru nógv eftirspurd og kosta 5.500,00 kr hvørt. Skeiðsgjaldið skal flytast á konto: 9870 428.097.1 í Suðuroyar Sparikassa. Viðmerkjast skal navn á skeiðsluttakara og skeiðið. Luttøkugjaldið skal verða goldið við skeiðsbyrjan. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa skeiðið ókeypis.

 

Skeiðið verður á Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580.

 

Umsóknarfreistin var sett til týsdagin 30. juni 2009.

 

 

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00

J. C. Svabos gøta 14

Postrúm 272

110 Tórshavn

www.setur.fo