06.10.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Starvsfólk frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni vitjaðu á Náttúruvísindadeildini

Fríggjadagin 30. september vóru 16 starvsfólk frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og vitjaðu á Náttúruvísindadeildini.


Tað vóru Rikke Berg Larsen, sum er deildarleiðari á kemideildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Svein-Ole Mikalsen, sum er professari í molekylerbiologi á Setrinum, sum høvdu avtalað vitjanina. Hóast tað bara eru nakrir hundrað metrar í millum báðar stovnarnar, so síggja starvsfólkini á stovnum sjáldan hvønn annan, og vita tí ikki, hvat tey gera hjá grannanum. Hetta vildu Svein-Ole og Rikke gera nakað við. Tey høvdu tí avtalað, at nøkur av starvsfólkunum á Náttúruvísindadeildini skuldu greiða frá nøkrum av verkætlanum og mátimetodunum, sum kundu vera viðkomandi fyri starvsfólkini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.


SPJAÐING AV SJÚKU, BAKTERIUM OG DÁLKANDI EVNUM
Tiltakið byrjaði við at Svein-Ole bjóðaði vælkomin. Síðani greiddi Knud Simonsen frá streymsimuleringsmodellum, sum hann hevur gjørt, og sum vísir, hvussu sjógvurin ferðast á føroysku firðunum og kring oyggjarnar. Við støði í hesum modellinum, ber eisini til at gera forsagnir um, hvussu sjúkur, bakteriur og ein møgulig dálking, sum hendir á føroyskum øki, vil spjað seg, bæði millum firðirnar og úti á Landgrunninum.


FØROYSKI GRÁSPURVIN
Aftaná  greiddi Eyðfinn Magnussen frá nøkrum av  tí, sum hann hevur tikist við, tey 17 árini, sum hann hevur arbeitt á Setrinum.  Serligur dentur var lagdur á Føroyska gráspurvan. Hann greiddi frá, at gráspurvin kom ikki til Føroyar fyrr enn í 1934/35. Síðani hevur gráspurvin spreitt seg kring oyggjarnar, og er í dag finna í 94 av teimum 118 føroysku bygdunum. Eyðfinn greiddi frá, nær gráspurvin var komin til tær ymisku bygdirnar í Føroyum og hvussu spjaðingarmynstrið hevur verið kring landið. Hóast gráspurvin kann flúgva hagar hann vil, so vísa ringmerkingar, at gráspurvin er rættuliga støðufastur. Síðani 1963 eru tilsamans 2.167 gráspurvar ringmerktir í 12 ymiskum føroyskum bygdum. Av hesum eru 225 fingnir ella sæddir aftur. Úrslitini vísa, at allir vórðu fingnir aftur í Føroyum, og einans tveir í aðrari bygd enn henni, har teir upprunaliga vórðu merktir.

Eyðfinn greiddi síðani frá einari nýggjari verkætlan, á Náttúruvísindadeildini, har farið er undir at  gera DNA-kanningar av gráspurvum úr ymiskum bygdum í Føroyum. Úrslitini skulu samanberast við kanningar av gráspurvum í okkara grannalondum. Út frá hesum kanningunum skuldi borið til at funnið fram til:

  1. Hvaðani føroyski gráspurvin hevur sín uppruna.
  2. Um tað er genetiskur munur millum gráspurvarnar í teimum ymisku føroysku bygdunum.
  3. Um talan er um fleiri innrásir úr okkara grannalondum ella aðrastaðni.

Tað er Bárður Bogason Vinter, sum lesur lívfrøði á Setrinum, sum skal gera hesar kanningarnar. Talan er um eina bachelorverkætlan, sum verður liðug fyrst í komandi ári.


STÓR-SKALA DNA-SEKVENSERING, PARALLELT
Síðan greiddi Svein-Ole Mikalsen frá um stór-skala DNA-sekvensering, sum fer fram parallelt. Tey seinru árini eru nýggir hættir til DNA-sekvensering mentir, sum eru munandi effektivari enn teir arbeiðshættirnir, sum verða nýttar í dag. Við at nýta sokallaða 454 sekvensering (eisini nevnd pyrosekvensering) ber til at lesa eina millión  DNA-sekvensir í senn. Nýggi kanningarháttinum byggir á tað prinsippið, at PCR-produktir frá ymiskum individum verður blandað saman og so sekvenserað samstundis. Á hendan hátt ber til at sekvensera til dømis CTD-genið  ella onnur sjúkuelvandi genir hjá 1000 til 5000 føroyingum samstundis. Hetta ger, at DNA-kanningar  verða munandi bíligari, og kunna keypast fyri ein prís, sum vit í Føroyum eisini eru før fyri at gjalda.  Tann nýggja metodan, sum tey á Náttúruvísindadeildini ætla sær í holt við, kann brúkast til allar livandi verur, líka mikið um talan er um bakteriur, tosk ella fólk. Tað er tó neyðugt, at genið á tí veruni, sum verður kannað, er kent frammanundan.


MASSASPEKTROMETRI
Eftir at hava greitt frá nýmótans DNA-kanningum, greiddi Svein-Ole frá um massaspektrometri. Hetta eitt mátiháttur, ið verður nýtt til at identifisera og máta nøgdirnar kemisk evnum, hóast hesi bert finnast í evarska smáum nøgdum.

Við einum tílíkum  tólinum ber til at máta vektina á einstøkum molekylum. Hesi kunnu síðani brótast sundur í smærri eindir, sum so aftur ber til at máta molekylvektina á.  Alt eftir hvat slag av molekylum talan er um, vilja hesi verða pettað sundur eftir ávísum mynstrum, sum síðan ber til at eymerkja, so til ber at finn út av, hvat kemiskt evni talan er um. Massaspektrografurin kann eisini knýtast at ein veskukromatografi (LC: Liquid  Chromatograph) ella einum gasskromatografi (GC: Gass Chromatograph). Hetta eru tvey tól, sum eru serliga væl egnaði til at skilja kemisk evnir sundur við, soleiðis at møguleiki er eisini at gera kanningar av kompliseraðum evnum.

Men áðrenn fari verður undir at gera hesar mátingarnar, er tó neyðugt at eftirkanna tólið, so tú ert vísur í hvat tað er, sum tú mátar. Svein-Ole greiddi frá, hvussu tey høvdu eftirkannað mátitólið við at máta fleiri ymisk kend molekyliir, so sum carnitin, sukurevni, antibiodika, fitisýrir, lipidir, peptidir og proteinir.

Tað finnast fleiri ymisk sløg av massaspektrometrum, sum hvøt hevur sínar styrkir og veikleikar. Náttúruvísindadeildini hevur í dag eitt tílíkt tól. Hesin er førur fyri at analysera molekylir, sum hava støddina 70-80 Dalton og størri. Eitt Dalton er 1,66 x 10-23 g, og er eindin, sum verður brúkt sum vektareind á einum molekyli. Higartil er mátitólið brúkt til ymiskar verkætlanir, sum longu eru á Náttúruvísindadeildini. Tólið verður eisini nýtt til undirvísing og í ymiskum verkætlanum, sum Fróðskaparsetrið er partur av, í samarbeiði við universitet í øðrum londum.


AFTANÁ VAR RUNDVÍSING
Eftir at greitt var frá nøkrum av verkætlanunum og mátitólunum, sum eru á deildini, var farið niður á kjallaran, so starvsfólkini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni kundu síggja hvørji tól eru á laboratoriunum á Náttúruvísindadeildini. Her sóu og hoyrdu tey um immunflourescens, PCR, um elektroforesu og annað, ið har til hoyrir. Tey hoyrdu um mátingar av geislavirkni og sóu úrslit frá streymsimulieringum.

Starvsfólk frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni vóru sera væl nøgd við vitjanina, tí nú vistu tey eitt sindur betur, hvat fyriferst hinumegin lundina.