24 av teimum meira enn 400 luttakarunum vóru starvsfólk á Setrinum (Foto: Ólavur Frederiksen)
Brynhild Thomsen
30.08.2021
Setrið
Skriva út

Starvsfólk gingu og runnu fyri frælsu ítróttina

Leygardagin var stór stafettrenning í Havn, sum hevði til endamáls at stuðla frælsu ítróttina hjá børnum og ungum

Meira enn 400 starvsfólk frá stovnum og fyritøkum bundu leygardagin lissurnar og tóku lut í stafettrenning, sum Faroe Ship og Bragdið skipaðu fyri til frama fyri barna- og ungdómsarbeiðið í frælsu ítróttini.

Fróðskaparsetrið var eisini umboðað við 24 luttakarum. Stafettin varð skipað sum liðkapping við trimum á hvørjum liði, og summu gingu, meðan onnur runnu. Tríggjar kilometrar í part.

Veðrið var avbera gott, og høvi var eisini til sosiala samveru.

Luttøkugjaldið - 200 krónur í part - fór til frælsu ítróttina hjá børnum og ungum í Føroyum.

Her eru tað ph.d.-lesandi, sum fáa heiðursmerki

Ólavur Frederiksen (faroephoto.com) tók myndirnar