University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Starvsfólka- og studentaumboð til stýrið eru vald
11.12.2012
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Starvsfólka- og studentaumboð til stýrið eru vald

Valúrslitið av valinum av starvsfólka- og studentaumboðum til stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya er klárt.


Týsdagin 11. desember 2012 varð skipað fyri vali av starvsfólka- og studentaumboði til Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. 64 starvsfólk og 127 lesandi greiddu atkvøðu, og hetta svarar til eina valluttøku á ávíkavist 79,0 prosent og 22,6 prosent.

Valúrslitið gjørdist soleiðis:

Fyri starvsfólkið

  • 45 atkvøður Gestur Hovgaard
  • 32 atkvøður Sára Joensen
  • 26 atkvøður Elisabeth Holm
  • 18 atkvøður Svein-Ole Mikalsen


Fyri lesandi

  • 31 atkvøður Birna Gaard
  • 29 atkvøður Vibeke á Botni
  • 24 atkvøður Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð
  • 23 atkvøður Bjørg Dam
  • 19 atkvøður Jens Mortan Rasmussen
  • 1 atkvøða blonk


Sostatt eru Gestur Hovgaard við 45 atkvøðum fyrstvaldur og Sára Joensen við 32 atkvøðum næstvald fyri starvsfólkið. Tiltakslimir eru Elisabeth Holm við 26 atkvøðum og Svein-Ole Mikalsen við 18 atkvøðum. Fyri tey lesandi er Birna Gaard vald við 31 atkvøðum og tiltaksfólk er Vibeke á Borni við 29 atkvøðum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Kampus Frælsið

    Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  2. 2012-Setur.fo_Bygningar-068.jpg

    Ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum

  3. Francesco undirvísir í rómverjarætti (3).jpg

    Symposium um rómverjarætt