Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin
22.11.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Starvsfólkadagur og málsligur økismissur.

Alt gott um tiltakið, men tað, sum stendur eftir, er, at tað hendi ein málslig kúvending frá føroyskum til enskt.


Starvsfólkadagurin hjá Fróðskaparsetrinum varð hildin í læraraskúlahøllini tann 18. november 2011. Alt gott um tiltakið, men tað, sum stendur eftir, er, at tað hendi ein málslig kúvending frá føroyskum til enskt. Brádliga fór alt fram á enskum, tá ið rektarin hevði kunngjørt, at nú var málið enskt. Hetta kom sum ein skelkur á fólk, tí tey høvdu einki fingið at vita um tað frammanundan, at fundarmálið skuldi vera enskt. Orsøkin til málskiftið var, at tað eru tríggir útlendskir lærarar á Náttúruvísindadeildini, sum ikki skilja føroyskt. 

Hetta, sum her verður sagt, hevur einki við illvild móti okkara fremmandu lærarum at gera. Teir skulu vera hjartaliga vælkomnir, tí Fróðskaparsetrið hevur brúk fyri teimum og øllum góðum kreftum, um vit skulu kunna gerast eitt universitet, ið lýkur altjóða krøv. Lat tað standa rimmarfast. Móttakarin er leiðsla setursins. 

Føroyskt er eitt fáment mál, og tí eru slíkar støður sum henda okkum ikki ókendar. Og tað er sjálvandi fyrst og fremst ein praktiskur spurningur, hvørja loysn vit velja. Eru fólk til staðar, sum ikki skilja málið hvørt hjá øðrum, so er neyðugt at finna eitt felags mál, um samskiftið skal kunna virka. Og av tí at enskt er eitt altjóða hjálparmál, sum nógv fólk kunnu hjálpast við, verður tað ofta valt sum tað natúrliga. 

Men hetta málið hevur eisini eina aðra síðu, sum snýr seg um eina meginreglu, og tað er spurningurin um, hvørja støðu føroyskt skal hava í Føroyum og eisini á landsins universiteti. At rektarin vildi vera fólkaligur og hjálpa gestalærarunum at skilja, hvat varð sagt, er sjálvandi gott. Men tað at skifta kodu er ikki bara ein praktisk atgerð, tað er samstundis ein samleikagerð, tí í somu løtu rektarin tendraði ta ensku kontaktina, sløkti hann ta føroysku, og tá sendi hann eitt persónligt signal út til fundarfólkið. Hvussu tilvitað tað var, veit eg ikki. Hann avdúkaði nakað um síni virðir og um, hvussu hann vil verða uppfataður sum persónur. Og fyri mær var signalið ógvuliga týðiligt. Hann er ein nútímans leiðari, pragmatikari, væl fyri í enskum og ikki nakar tjóðskaparligur hugsjónarmaður í málspurninginum. Hvørjar tankar rektarin sjálvur gjørdi sær hevur minni týdning, tí at tað er sjónarhornið hjá móttakaranum, sum er í miðdeplinum her. Og tí er tað avkodingin, sum hevur týdning. Tað er ikki vist, at rektarin kennir seg aftur í hesari lýsing, men tað var kenslan, sum eg sat eftir við. Eg kann sjálvandi ikki vita, hvat tað einstaka starvsfólkið helt um hetta, sum hendi, men mín kensla var, at koduskiftið hevði óhepnar avleiðingar fyri meg, og aftaná havi eg skilt, at ein stórur partur av fundarfólkinum hevði somu kenslu.  

Tiltakið í læraraskúlahøllini er eitt ítøkiligt dømi um málsligan økismiss. Økismissur er eitt málsligt fyribrigdi, sum sipar til, at tjóðarmálið er ella er í ferð við at verða avloyst av einum fremmandamáli á einum ávísum avmarkaðum nýtsluøki í samfelagnum. Og tað er óheppið í sjálvum sær, tí nýtsla er eitt barometur fyri heilsustandin hjá málinum. Verður tjóðarmálið nógv nýtt, er tað tekin um góða heilsustøðu. Hinvegin, verður tað lítið nýtt, kann tað vera tekin um, at kappingin frá øðrum málum er stór, og tað kann fáa óhepnar avleiðingar fyri tjóðarmálið. Tá ið vit tosa um økismiss, síggja vit samfelagið sum eina samanseting av nógvum “bitum”. Slíkir bitar kunnu vera vinnulív, gransking, átrúnaður, hægri undirvísing o.s.fr. Missir málið eitt sindur av sínum fótafesti á einum ella fleiri av hesum økjunum, kann tað merkja afturstig fyri málmenningina, og tað er harmiligt. Tí at ein treyt fyri at málið kann mennast er, at tað verður nýtt, og hinvegin er málnýtslan treytað av, at málið er mýkt og ment. Vit síggja dømi um økismiss innan gransking, har nógvir føroyingar skriva lærdar greinar og ritgerðir á enskum. So fyribrigdið er ikki ókent.

Í altjóðagerðini er vandin fyri málsligum økismissi vaksandi, og tí stendur spurningurin um økismiss ovarlaga á breddanum hjá øllum teimum norðurlendsku málnevndunum. Roynt verður av øllum alvi at ávirka, har tað ber til at ávirka, soleiðis at økismissurin verður so avmarkaður sum gjørligt. Tað er ikki talan um at basa enskum, tí tað gerst ikki – og er heldur ikki endamálið. Í staðin eigur at verða roynt at menna førleikar bæði í tjóðarmálinum og í enskum, soleiðis at tjóðarmálið ikki skal líða óneyðuga nógv undir, at enskt hevur fingið ta altjóðastøðu, tað hevur. Ein av niðurstøðunum er, at mælt verður til javnmæli (nevnt parallelsproglighed á donskum), og tað merkir, at bæði tjóðarmálið og enskt verða lærd væl og virðiliga og at peningur verður settur av til týðingarhjálp, tulkatænastu o.s.fr. 

Tað kann vera, at onkur heldur, at hetta er at skjóta spurvar við kanónum. Tað haldi eg nú ikki, tí kanska avdúkaði málskiftið í læraraskúlahøllini ein málsligan veruleika, har ið enskt hevur størri týdning í gerandisdegnum, enn nógv okkara geva okkum far um. Vit eiga sum eitt mentað samfelag at taka slík mál í álvara. Tað snýr seg ikki um tjóðskaparliga nalvaskoðan ella fundamentalistiska nationalismu. Tað snýr seg harafturímóti um at hava ein virknan málpolitikk, sum tryggjar føroyskum ta støðu, sum eitt tjóðarmál eigur at hava. Samstundis eigur at verða arbeitt fram ímóti eini støðu við javnmæli. Og tað merkir í stuttum, at fólk skulu vera væl fyri bæði í føroyskum og enskum og at annað ikki útihýsir hinum. Sjálvandi skulu vit ikki steingja enskt úti, men at vit eiga at vera medvitað um, nær vit eiga at nýta enskt og nær vit eiga at nýta føroyskt. Tað kundi verið skrivað í ein málpolitikk fyri stovnin.  Og tað er tað prinsippiella í hesum máli.