University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Læraraskúlin nýggj.jpg
21.09.2026
Setrið Námsvísindadeildin

Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00

Starvslæruvegleiðaraskeið fyri námsfrøðingar byrjar 16. oktober og endar í juni 2027, og umsóknarfreist at fáa pláss er á middegi 25. september

Vilt tú vegleiða komandi námsfrøðingum soleiðis, at allir partar fáa sum mest burturúr, so er nýggja tilboðið hjá Námsvísindadeildini sum starvslæruvegleiðari viðkomandi fyri teg.

Á hesum skeiðinum kanst tú sum námsfrøðingur menna tínar førleikar at taka ímóti og vegleiða lesandi, sum eru í starvslæru.

Skeiðið gevur 10 ECTS-stig og undirvíst verður umleið einaferð um mánaðin. Harumframt verður ein starvslæra, har ein lesandi frá námsfrøðingaútbúgvingini kemur í starvslæru.

Krøv fyri upptøku er, at tú hevur prógv sum námsfrøðingur og hevur tvey ára starvsroyndir á námsfrøðiliga økinum.

Les meira um undirvísingardagar o.a. HER.

Umsóknarblað, gjaldsváttan, skeiðslýsing o.a. HER.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Høvundar Til Grein Um Bróstkrabba DHS

    Lívið eftir bróstkrabba kann vera trupult í mong ár

  2. Train Nonklett Vitan Og Strid

    Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan

  3. Rógvi Olavson Klipt

    Ph.d.-verja: Rógvi Olavson