University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Starvslesandi í miðfyrisitingini ella í eini av sendistovum Føroya
29.03.2016
Setursskrivstovan Altjóða Skrivstovan

Starvslesandi í miðfyrisitingini ella í eini av sendistovum Føroya

Umsóknarfreistin er 4. apríl, fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár í ár.


Løgmansskrivstovan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi (stagiare) á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn og Reykjavík ella í miðfyrisitingini.

Starvsvenjinging í miðfyrisitingini
Lesandi kunnu søkja um at koma í starvsvenjing, um tey t.d. hava áhuga at arbeiða innan ávíst málsøki í sambandi við lestraruppgávu. Ella um tey hava almennan áhuga at fáa nærri innlit í politisku skipanina, og hvussu almenna fyrisitingin virkar.
Les meira og tak niður umsóknarblaðið her.

Starvsvenjing á sendistovum Føroya

Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tongd at fakligu bakgrundini hjá viðkomandi og tørvinum hjá sendistovuni. Dømi um eina tílíka uppgávu eru at skriva tilfar til heimasíðuna, skriva frágreiðing um ein altjóða felagskap, skriva lýsing av eini vinnugrein ella líknandi. Harafturat skal tann starvslesandi svara fyrispurningum og leita eftir upplýsingum.
Les meira her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga