20.10.2015
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Starvslesandi til føroysku sendistovurnar og landsfyrisitingina

Umsóknarfreistin til at gerast starvslesandi á vári 2016 er 26. oktober 2015.


Føroysku sendistovurnar í Brússel, Keypmannahavn, London og Reykjavík taka væntandi inn starvslesandi komandi hálvár. Tað ber tíverri ikki til at gerast starvslesandi í Moskva hesaferð. Umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við sendistovurnar um møguligar arbeiðsuppgávur og áhugamál, áðrenn umsóknin verður send.

Stjórnarráðini í landsfyrisitingini taka eisini inn starvslesandi. Roynt verður at geva tí starvslesandi møguleikan at virka á tí ráðnum, ið hann/hon hevur raðfest. Umsøkjarar eiga at hava í huga, at málsøkjabýtið er nakað broytt, nú nýtt landsstýrið er skipað.

Tá søkt verður um at gerast starvslesandi á stjórnarráðunum, verður eitt oyðublað nýtt. Tó verður mælt umsøkjarum til eisini at senda eina motiveraða umsókn.

Kunning um skipanina og umsóknarblað eru at finna her.

Kelda til tíðindini.