University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Starvslesandi til fyrra hálvár í 2018
26.09.2017
Altjóða Skrivstovan Til lesandi

Starvslesandi til fyrra hálvár í 2018

Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á føroyskum sendistovum, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í føroyskum stjórnarráðum.


Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini seta starvslesandi til fyrra hálvár í 2018.

Freistin at søkja er mánadagin 9. oktober 2017 á middegi. Vinaliga sendið til info(at)tinganes.fo

Sum vanligt, ber til at søkja um at gerast starvslesandi á føroysku stjórnarráðunum. Hesuferð hava ikki allar sendistovurnar umstøður at hava starvslesandi, so tí ber einans til at søkja til Brússel, London og Reykjavík.

At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

  • Les meira um at gerast starvslesandi í føroysku sendistovunum HER
  • Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini HER

Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár. Vit kundu hugsa okkum at fingið eitt sindur meiri at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum. Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025