University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Starvsvenjing hjá Huawei í Kina
03.06.2016
Náttúruvísindadeildin

Starvsvenjing hjá Huawei í Kina

Kundi tú hugsað tær at verið við til at mynda framtíðina innan fjarskiftistøkni í Føroyum? Kinverski tøknirisin Huawei bjóðar í samstarvi við Vodafone einum studenti innan KT-verkfrøði í 2014-2017-flokkinum á Fróðskaparsetri Føroya tvær vikur í starvsvenjing í Kina í summar


Ein studentur frá Fróðskaparsetrinum fær møguleikan at ferðast til Kina saman við øðrum studentum ymsastaðni úr Evropa í starvsvenjing hjá Huawei frá 9. til 23. august. Innbjóðararnir rinda fyri ferðing og uppihald.

Í Kina fær útvaldi bólkurin undirvísing frá serfrøðingum og praktiska venjing í mest framkomnu starvsstovunum hjá Huawei – alt fyri at víðka um teirra sjónarring og fyrireika tey til at leiða tøknimenningina víðari.

Vitjað verður fyrst í Hangzhou, síðan í Beijing og til at enda á høvuðssætinum hjá Huawei í Shenzhen.

Skráin hesar dagarnar fevnir m.a. um:

  • Undirvísing í kinverskari mentan og máli
  • Undirvísing frá Huawei í samskiftistøkni
  • Upplæring á høvuðssætinum hjá Huawei í Shenzhen

Útferð til Stóra Múrin, Hangzhou R&D Center og onnur serstøk støð.

Ert tú í 2014-2017-flokkinum, og kundi tú hugsað tær at sloppið hendan fakliga túrin til Kina? So skalt tú senda eina umsókn til hannesg@setur.fo, har tú greiðir frá tínum áhuga í hesi verkætlan, og hví tú skuldi verið útvaldur til at umboða Føroyar á túrinum.

Les meira her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Kampus Frælsið

    Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  2. 2012-Setur.fo_Bygningar-068.jpg

    Ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum

  3. Francesco undirvísir í rómverjarætti (3).jpg

    Symposium um rómverjarætt