Náttúruvísindadeildin, KS
01.12.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Støddfrøðigrein í altjóða tíðarriti

Lektari á Náttúruvísindadeildini er ein av høvundunum at vísindagrein í høgt viðurkenda støddfrøði tíðarritinum 'Advances in Mathematics'


Greinin Classification of extensions of classifiable C*-algebras varð almannakunngjørd í seinasta útgávuni av tíðarritinum Advances in Mathematics. Gunnar Restorff, lektari í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini, er ein av trimum høvundum at greinini. Hinir høvundarnir eru frá Universitetinum í Keypmannahavn og Universitetinum á Hawaii.

 

Hetta tíðarritið almannakunngerð bert greinir innan reina støddfrøði, sum umboða eitt týðandi frambrot innan sítt øki, og eru greinar í hesum tíðarritinum høgt í metum innan støddfrøðivísindini.

 

At støddfrøðin er sterk hevur eisini sera stóran týdning fyri onnur økir innan náttúruvísindini, og hevur avgerandi týdning fyri menning av fakøkinum bæði innan granskingarumhvørvið og undirvísingarverkið í Føroyum. Støddfrøði var eitt av fakøkjunum, sum vórðu uppraðfest á Náttúruvísindadeildini í 2008, og tað er at fegnast um, at hetta longu nú sæst aftur í altjóða vísindaheiminum.