University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Støddfrøði í 21. øld
14.05.2012
Náttúruvísindadeildin

Støddfrøði í 21. øld

Kristi himmalsferðardag 17. mai kl. 19:00 skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum fyrilestri um støddfrøði í Østrøms fabrikk.


Í døgunum 15. til 20. mai 2012 er ráðstevna við Gjógv, har 40 støddfrøðingar luttaka. Í hesum sambandi verður eisini skipað fyri almennum fyrilestri um støddfrøði í Østrøms fabrikk Kristi himmalsferðardag 17. mai kl. 19:00. Tað verður Søren Eilers, professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn, ið heldur fyrilesturin. Um fyrilesturin, ið verður á donskum, sigur Søren sjálvur:

Støddfrøði er ein avgomul vísindalig grein, sum í formi hevur ligið púra føst í meiri enn hundrað ár, men fortreytirnar fyri, hvussu støddfrøði verður brúkt uttanfyri grundgranskingina, eru sera nógv broyttar tey seinnu árini orsakað av tøkniliga framburðinum. Eg fari við dømum at lýsa, hvussu vit mugu hugsa okkum gjølla um, tá vit ferðast millum støddfrøðiliga siðvenju og tøkniliga nýskapan, serstakliga í undirvísingarskipanini.

Søren Eilers, ið er 44 ár, er professari í støddfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Hann hevur verið instituttleiðari fyri undirvísing á Institut for Matematiske Fag eins og hann hevur verið formaður í Dansk Matematisk Forening, ið m.a. útgevur ritið Matilde. Hann hevur í áravís undirvíst í skeiðum á fyrsta ári, har hann hevur fingið túsundir av lesandi gjøgnum kalkulus og lineera algebra. Hann er eisini leiðari í NordForsk netverkinum, ið saman við Granskingarráðnum, hevur veitt høvuðsstuðulin til ráðstevnuna við Gjógv.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast