University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Størri atlit til genetiska fjølbroytni
Eyðfinn Magnussen
20.11.2007
Náttúruvísindadeildin

Størri atlit til genetiska fjølbroytni

Fiskivinnuumsitingarnar á Norðurlondum eiga at taka størri atlit til tað genetiska fjølbroytni í fiskinum, tá fiskað verður. Hetta var ein av niðurstøðunum á einari Norðurlendskari ráðstevnu, sum varð hildin í Öregrund í Svøríki í september mánað í 2006, har millum annað fólk frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum vóru við.


Økt ávirkan á fiskastovnar
Hesi seinastu árini er menniskjaskapta ávirkanin á fiskastovnar økt munandi. Hendan vaksandi ávirkanin stavar frá øktari veiðu á fiskastovnarnar, stórum vøkstir í alivinnuni, og frá mannaskaptum broytingum í náttúruni. Hesar broytingarnar ávirka tað genetiska fjøldbroytni hjá fiskinum, og tí eiga teir, ið umsita fiskastovnarnar í størri mun enn nú eisini at taka atlit til teir genetisku eginleikarnar hjá fiskinum og ikki bert stovnsstøddini og hvussu nógv fiskað verður.

Endamálið við fundinum
Endamálið við fundinum var at savna saman genetisku vitanina, ið vit í dag hava um tey týdningarmestu fiskasløgini, sum í dag verða veidd í teimum Norðurlendsku londunum. Á fundinum var eisini umrøtt, hvussu vit við nútímans genetiskum kanningum kunna umsita hesar fiskastovnar á ein burðardyggan og skilagóðan hátt.

Frágreiðingin
Ein frágreiðing er nú komin frá fundinum, og hevur hon heitið 'Genetic research on commercially exploited fish species in Nordic countries'  . Her verður greitt frá teirri genetisku vitanini, sum vit í dag hava um teir týdningarmiklastu fiskastovnarnar í Norðurlondum, og víst verður samstundis á, hvar brúk er fyri at gera fleiri kanningar. Í frágreiðingini verður høvuðsdentur er lagdur á fimm evni:

  • Ávísing av fiskastovnum og stovnsuppbýti.
  • Útseting av fiski.
  • Rýming úr alibrúkum.
  • Broytingar skaptar av fiskiskapi.
  • Ávirkanin frá umhvørvisbroytingum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Rógvi Olavson Klipt

    Kreppustýring: Álit gevur ikki av sær sjálvum legitimintet

  2. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  3. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst