NIH er heimsins størsti biomedisinski granskingardepil (Foto: NIH)
Brynhild Thomsen
03.04.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Stór granskingarjáttan úr USA

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur fingið stóra granskingarjáttan úr USA

Heimins størsti biomedisinski granskingarstovnur, National Institute of Health í USA, hevur umvegis Harvard Universitet játtað

Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hálvafimtu millión krónur í stuðli til eina granskingarverkætlan, sum skal lýsa, hvussu immunverjan hjá nýføddum børnum í Føroyum virkar.

Verkætlanin er mett at kosta fleiri milliónir krónur og gongur yvir fýra ár.

Danska Umhvørvisstýrið hevur eisini játtað 1,8 millión krónur til verkætlanina. Hendan upphædd verður tikin av játtanini til granskingarverkætlanir í Arktis.

Verkætlanin verður gjørd í tøttum samstarvi millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Ljósmøðratænastuna og Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.

Les meira her.