Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni
Øll tey donsku universitetini og Fróðskaparsetur Føroya fara nú undir eitt serstakt samstarv fyri at styrkja tvørfakligheitina hjá teimum lesandi og skunda undir grøna umskiftið
Veðurlagskreppan er ein av mest átrokandi – og mest torgreiddu – avbjóðingunum í okkara tíð. Hon kann ikki loysast innan fyri eitt einstakt fak ella við støkum loysnum. Tvørturímóti krevur hon nýggjar arbeiðshættir og samstarv tvørtur um stovnar, geirar og vísindagreinar – frá náttúruvísindum og tøkni til samfelagsvísindi, løgfrøði og hugvísindi.
Tí fara øll tey donsku universitetini og Fróðskaparsetur Føroya nú saman um eina miðvísa verkætlan: STRIVE U.
Hetta er eitt átak, sum skal styrkja leiklutin hjá útbúgvingunum í grøna umskiftinum við at økja um tvørfakliga samstarvið á øllum fakøkjum. Eisini kann universitetið í Grønlandi, Ilisimatusarfik, gerast samstarvspartur sum frá líður.
Novo Nordisk Grunnurin hevur játtað 95 milliónir krónur til átakið, og hetta er ein tann størsta játtanin nakrantíð til útbúgvingarvirksemi.
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sær stórar møguleikar við nýggja átakinum.
- Við at luttaka í verkætlanini kunnu vit menna førleikarnar hjá okkara lesandi til at skilja og loysa stóru heimsavbjóðingarnar viðvíkjandi burðardygd, og tað er gott fyri okkara lesandi, fyri føroyska samfelagið og eisini fyri okkara jørð, sigur hann.
Eisini Ragnheiður Bogadóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, frøist um nýggju møguleikarnar.
- Tað er sera gleðiligt, at vit í Føroyum kunnu vera partur av hesum átakinum, tí vit eru illa brynjað til avbjóðingarnar, ið til dømis veðurlagskreppan hevur við sær. Tillagingarnar, ið eru neyðugar, fara somuleiðis at krevja loysnir og vitan, sum eru knýtt at okkara egnu umstøðum og viðurskiftum, og tí noyðast vit at menna okkara tvørfakligu og tvørvísindaligu førleikar at samstarva tvørtur um mørk, sigur hon.
Andreas Roepstorff, sum er stjóri fyri Aarhus Institute of Advanced Studies á Aarhus Universiteti, er ein oddamaður í STRIVE U.
– Vit standa í einari støðu, har trupulleikarnir, vit skulu loysa, ganga tvørtur um fakmørk, men okkara útbúgvingar gera tað ikki í sama mun, sigur hann.
– Samfelagnum fer at tørva útbúgvin fólk, sum eru von við at samstarva tvørtur um fakmørk. Hetta er serliga eyðsýnt í sambandi við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar. Undirvísing í burðardygd kann tí blíva til ein serligan klekingardepil, har vit endurhugsa framtíðarútbúgvingar, sigur Andreas Roepstorff .
Undirvísarar víðari karmar til nýskapan
Við STRIVE U. er málið at dubba samfeløgini til grøna umskiftið við at útbúgva eitt nýtt ættarlið, sum frá lestrarbyrjan eru vand til at hugsa og arbeiða tvørtur um fakmørk.
– STRIVE U. verður ein menningarpallur fyri tvørgangandi útbúgvingarvirksemi innan fyri burðardygga menning, har vit sleppa at royna nýggjar loysnir og vónandi eisini fáa tær rótfestar á universitetunum, sigur Andreas de Neergaard, sum er varadekanur fyri útbúgving á SCIENCE á universitetinum í Keypmannahavn og limur í stýrisbólkinum fyri STRIVE U.
Í verki skal átakið gera tað lættari hjá undirvísarum at menna nýggjar undirvísingargongdir, millum annað við at fíggja ta neyðugu menningartíðina. Harvið verða undirvísararnir ein avgerandi drívmegi í arbeiðinum.
Teir fáa betri møguleikar at skapa undirvísing, har lesandi arbeiða tvørtur um fak og við veruligum samfelagsligum avbjóðingum. Samstundis skal ein felags stýrisbólkur leggja kósina og tryggja skipaða vitanardeiling millum universitetini. Hjá teimum lesandi fer átakið serliga at merkjast í nýggjum sløgum av skeiðum, har tvørfakligheit og grønt umskifti eru í miðdepli.
Átakið er bygt upp um tríggjar høvuðseindir, sum til samans skulu lyfta og menna tær útbúgvingarnar, ið skulu skunda undir grøna umskiftið:
- The Alliance – eitt samstarv millum universitetini, har ein felags stýrisbólkur samskipar arbeiðið, savnar royndir og leggur kósina fyri menningina av burðardyggari og tvørfakligari útbúgving.
- The Greenhouse – ein stuðulsskipan, sum stuðlar ítøkiligum undirvísingarverkætlanum, har undirvísarar og lesandi kunnu menna og royna nýggj tvørfaklig skeið og samstarvshættir.
- The Pollinators’ Platform – ein læru- og netverkspallur við skeiðum og ráðstevnum, sum menna førleikarnar hjá starvsfólkum og tryggja, at royndir og vitan verða deild og rótfest um allan universitetsgeiran.
Søguligt samstarv við altjóða møguleikum
Hetta er fyrstu ferð, at eitt samstarv í slíkum vavi verður skipað millum Danmark og Føroyar – og møguliga eisini Grønland.
– Hetta fer at vekja ans altjóða, og eg haldi, at tað verður eitt einastandandi útgangsstøði til at draga bæði áhuga, lesandi og tilfeingi hendavegin, sigur Andreas Roepstorff.
Samstarvið ger tað møguligt at deila royndir og byggja víðari á loysnir hvør hjá øðrum.
– Fyrst av øllum gevur tað atgongd til alla ta fakligu breiddina – eisini hjá teimum universitetunum, sum til dømis ikki hava vinnubúskap, samfelagsvísindi, løgfrøði, verkfrøði ella náttúruvísindalig umhvørvi, tí vit kunnu brúka førleikarnar hvør hjá øðrum, sigur Andreas de Neergaard.
– Harumframt kunnu vit við hesum flyta loysnir tvørtur um fak og stovnar, so allur geirin kann læra hvør av øðrum. Um eitt skeið riggar væl eitt stað, kann tað eisini brúkast og lagast til onnur støð, heldur enn at byrjað verður heilt av nýggjum.
Samstundis letur átakið upp fyri samstørvum, sum annars kunnu vera torfør at fáa í lag, ikki minst millum faklig umhvørvi, har serkunnleikin er í serklassa .
Í stuttum hevur STRIVE U. sum mið at gera tað lættari at royna nýggjar hættir at skipa tvørfakliga undirvísing. Í longdini er ætlanin, at tær loysnirnar, sum virka best, gerast ein natúrligur partur av lestrargongdunum og seta varandi spor í undirvísingarhættunum í øllum universitetsgeiranum
– Vit fara at fáa útbúgvin, sum eru sterk í sínum fakligu førleikum og samstundis hava royndir við at hugsa og arbeiða tvørtur um vísindagreinar, sigur Andreas de Neergaard.
Andreas Roepstorff er samdur.
– At kunna hugsa og arbeiða tvørtur um vísindagreinar er ein avgerandi førleiki – og ikki bara í sambandi við burðardygd. Eg vóni, at vit við hesum verkætlanini sáa nøkur fræ, sum fara at spíra tvørtur um bæði fak og øki, sigur hann.