Elsa Maria Højgaard Hansen/Hans Harryson/BT
22.04.2022
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Stór norðurlendsk ráðstevna um læraraútbúgvingar

Frá mánadegnum 2. mai til hósdagin 5. mai verður stór norðurlendsk ráðstevna um læraraútbúgvingar á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Høvuðsevnið á ráðstevnuni er “Innovatión í undirvísing og læring”.

Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja norðurlendskt samstarv og sínámillum vitanarútbýting við støði í gransking, royndum og praksis á økjum, sum eru viðkomandi fyri læraraútbúgvingar.

Málbólkurin fyri ráðstevnuna eru granskarar og undirvísarar á læraraútbúgvingum í Norðurlondum.

Umleið 250 luttakarar verða við á ráðstevnuni, umboðandi Noreg, Svøríki, Danmark, Finnland, Føroyar, Grønland og Ísland.

Hetta verður 16. ráðstevnan av hesum slagi, har norðurlendskir undirvísarar og granskarar hittast fyri at deila vitan um viðkomandi evni, rák og avbjóðingar á læraraútbúgvingarøkinum. Fyrsta Norðurlendska Læraraútbúgvingarráðstevnen varð hildin í 1991, og síðani hevur tað verið siðvenja at halda slíkar ráðstevnur annaðhvørt ár í einum av Norðurlondunum. Seinast, at Føroyar vóru ráðstevnuvertir, var í 2006.

Norðurlendska Læraraútbúgvingarráðstevnan hevur bæði eitt fakligt og eitt sosialt og mentanarligt endamál.

Á skránni eru longri og styttri fyrilestrar, umframt nakrar pósaraframløgur og verkstovur, har ráðstevnuluttakararnir sjálvir at geva fakligt íkast og luttaka sum áhoyrarar.

Fyrilestrarnir snúgva seg allir um, hvussu ein kann skapa eina so tíðarhóskandi og innihaldsríka læraraútbúgving sum gjørligt á ymsum fakøkjum, og hvussu ein støðugt kann styrkja samstarvið millum læraraútbúgvingar og fólkaskúlar á okkara leiðum.

Teir fýra høvuðsfyrilestrarnir á ráðstevnuskránni eru:

  • Nye digitale medier - muligheder og fremtidsudsigter

Jon Øivind Hoem, Høgskolen på Vestlandet

  • Implementering af teamundervisning: Muligheder og udfordringer

Ingvar Sigurgeirsson, Háskóli Íslands 

  • Hvordan kan digitale teknologier og kunstig intelligens ændre fremtidens uddannelse?

Martin Zachariasen, Fróðskaparsetur Føroya 

  • The COVID-19 Whirlwind and its Impact on Teachers and Teaching

Kalpana Vijayavarathan, Fróðskaparsetur Føroya

Aftrat tí fakliga innihaldinum, bjóðar Tórshavnar kommuna til móttøku í Müllers Pakkhúsi mánakvøldið 2. mai.

Týsdagin 3. mai verður skipað fyri seinnapartsútferðum, har luttakararnir annaðhvørt kunnu fara bussferð til Saksunar við ferðaleiðara ella slupptúr við Norðlýsinum ella Westward Ho.

Mikukvøldið 4. mai verður veitsludøgurði í Silo í Sjóvinnuhúsinum við sangi, røðum, skemti, og á ráðstevnuni fara fleiri dugnaligir føroyskir tónleikarar at spæla og at syngja fyri útlendsku gestunum.

Millum føroysku luttakararnar á ráðstevnini eru tey, sum dagliga starvast á Námsvísindadeildini og sum varða av føroysku læraraútbúgvingini. Harumframt eru umboð fyri eitt nú Magistarafelagið og Føroya Lærarafelag boðin við. Men nógv tann stórsti parturin av luttakarunum eru útlendingar.

Freistin at melda seg til er farin og ráðstevnan er langt síðani fultteknað.

Fyriskipararnir á Námsvísindadeildini fegnast um, at áhugin fyri ráðstevnuni er so stórur, og vóna at kunna geva luttakarunum eina góða uppliving.

Lesið meira um ráðstevnuna her.

Yvirskipaða skráin fyri ráðstevnuna er her.

Skráin fyri teir mongu styttri fyrilestrarnar er her:

Lesið meira um høvuðsfyrilestrahaldararnar her.