Brynhild Thomsen
15.12.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stór serútgáva um Føroyar

Nýggjasta útgávan av Økonomi & Politik er á tremur við føroyskum politikki, búskapi og samfelagsmálum, sum starvsfólk á Søgu- og Samfelagsdeildini og aðrir  akademikarar í Føroyum hava skrivað meginpartin av

Ritstjórnin á Økonomi & Politik, sum Djøf Forlag gevur út, hevur valt at seta Føroyar í brennidepilin í nýggjastu útgávu síni.

Í fororðunum skrivar Martin Marcussen, ábyrgdarblaðstjóri, at við skjótu umlagingini frá svárari kreppustøðu til nútímans vælferðarsamfelag eru nýggir trupulleikar at taka støðu til í Føroyum. Og at hendan serútgávan av Økonomi & Politik viðger nakrar teirra.

Spurningar, sum verða viðgjørdir, eru m.a., hvussu haldførur føroyski búskapurin í roynd og veru er. Er talan um upphiting? Hvat kann gerast við bólgnandi býlisprísirnar, og hvussu við viðkvomu føroysku vistskipanini? Hvar gongur markið fyri, hvat okkara náttúrutilfeingi tolir av trároyndum, og bíðar ein fíggjarlig rokning okkum í tí sambandi? Eisini verða spurningar viðgjørdir um býtið av ovurstóru yvirskotunum, sum verða vunnin úr felags náttúrutilfeinginum, og so verður spurt, hví føroyingar ikki longur kjakast um loysing frá Danmark.

Martin Marcussen vónar, at hendan útgávan fer at fylla nakað av tí vitanarliga tómrúminum, sum valdar í Danmark um hesar spurningarnar.

Men serútgávan er samstundis avgjørt av áhuga fyri føroyskar lesarar, sum vilja vita meira.

Rivalisering og rembing

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur eisini skrivað fororð. Í fyrsta setningi sigur hann, at trýst fer at verða á ríkisfelagsskapin næstu árini, tí rivalliseringin millum stórveldini veksur í Arktis.

- Við tí vaksandi trygdarliga og beinleiðis hernaðarliga áhuganum fyri Arktis fara Føroyar aftur at blíva "high politics", og sannlíkt er, at vit aftur fara at fáa áhugamálsstríð, sum fara at krevja bæði politiskt og mentanarligt innlit at loysa, skrivar hann m.a.

Lau Øfjord Blaxekjær, sum er adjungeraður námslektari á Fróðskaparsetrinum og temaredaktørur í hesi útgávuni, hevur skrivað inngang, sum hann kallar Føroyar í byltingartíð.

Hann sigur, at í minsta lagi tríggjar góðar grundir eru hjá fólki - og serliga dønum - at lesa hesa serútgávuna. Í fyrsta lagi vantar dagførd samfelagsvísindalig vitan um Føroyar í Danmark. Í øðrum lagi styrkir tað um samskiftið millum partar at vita eitt sindur og ikki dúva uppá ótíðarhóskandi fakta og fordómar. Og í triðja lagi er útgávan verd at lesa, tí tær sjey greinarnar vísa, at Føroyar av sonnum standa mitt í eini umfatandi rembingartíð.

Greinarnar

Hallbera West, adjunktur í stjórnmálafrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, hevur skrivað grein um føroyskan politikk millum gamla politiska siðvenju og nýggja fyrisitingarsiðvenju.

M.a. skrivar hon, at politiska dagsskráin í mong ár hevur verið eyðkend av politiskari polarisering, samstundis sum ein sjáldsom politisk semja er um, at Føroyar skulu hava størri ávirkan á felags uttanríkis- og trygdarpolitikkin.

Magni Laksáfoss, granskari í Sjókovanum, hevur skrivað grein um føroyska búskapin, sum er vaksin við stóra útflutninginum.

Hann lýsir okkara búskap sum nútímans og vælvirkandi við størri BTÚi fyri hvønn borgara enn í Danmark, og har fiskivinnan er berandi súlan, tó at aðrir geirar eru í menning. Laksáfoss lýsir eisini, hvussu avgerandi búskapargongdin er fyri fólkatalið í Føroyum. Hann grundgevur fyri, at lutfalsliga lítli og einfaldi føroyski búskapurin kann brúkast sum skabelón til at skilja aðrar og størri búskapir.

Rasmus Gjedssø Bertelsen, professari á universitetinum í Tromsø, og Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Setrinum, hava skrivað grein um føroyskan altjóða politikk. Á mangan hátt virka Føroyar á sjálvstøðugum fóti altjóða, og tað hevur meira enn so skapt yvirskriftir, eitt nú við stríðsmálinum um kinesiska telerisan, Huawai, og 5G-útbyggingina í Føroyum. Greinin gevur yvirlit og fer aftur um aktuellu málini við Kina, Russlandi, makrelstríðnum og ES-boykottinum og roynir at seta altjóða politikk Føroya í ein søguligan og geostrategiskan karm.

Hans Ellefsen, adjunktur og Jens Christian Svabo Justinussen, lektari - báðir á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum - hava skrivað grein um stríðið um fiskatilfeingið. Búskapur og politikkur í Føroyum hava mangan rót í fiski, og teir greina trý stríð í fiskivinnuni: Árliga stríðið millum fiskivinnuna og lívfrøðingarnar um nøgdina av botnfiski, stríðið millum Føroyar og ES um makrelkvotuna og stríðið um sjálvan ognarskapin av fiskatilfeinginum. Teir báðir koma til ta niðurstøðu, at stríðið í síni rót snýr seg um, hvør eigur tilfeingið, og hvussu hendan ognin skal umsitast.

Árni jóhan Petersen, adjunktur á Setrinum hevur skrivað grein, sum eitur Dreymurin um oljuna.

Hann lýsir søguliga gongdina frá tí, at Atli P. Dam, løgmaður og Poul Schlüter, forsætisráðharri samdust um, at Føroyar yvirtóku undirgrundina og møgulig ráevni í henni, til dagsins støðu, har vit eftir níggju royndarboringar ikki hava funnið olju í handilsliga áhugaverdum nøgdum. Men hóast hetta, so skrivar Árni Jóhan Petersen, at dreymurin um oljuna hevur elvt til stórar broytingar av føroyska samfelagnum.

Gestur Hovgaard, professari á universitetinum í Grønlandi, og Rangheiður Bogadóttir, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, hava skrivað grein, sum kallast Millum laks, lús og Putin.

Tey skriva, at hóast Føroyar eru eitt lítið fjarskotið oyggjasamfelag, so hava vit ment ein ídnaðarligan geira við dygd og altjóða kappingarføri. Greinin lýsir, hvussu føroyski laksaídnaðurin er rótfestur í sera lokalum konteksti, og rithøvundarnir viðgera laksaídnaðin úr stórpolitiskum sjónarhorni, har burðardygd eisini er við.

Martin Mohr Olsen, ph.d.-lesandi, sum eisini er verkætlanarsettur í Granskingar- og framtakseindini á Setrinum, hevur skrivað endagreinina í stóru serútgávuni um Føroyar. Grein hansara snýr seg um Fróðskaparsetur Føroya.

Hann metir, at Setrið nú stendur á vegamóti, og at skal tað gera seg galdandi og vera viðkomandi í rúkandi menningini í dag, so er avgerandi, at Fróðskaparsetur Føroya aftur mennir ein skipanarligan samleika.

Lesið serútgávuna hjá Økonomi & Politik um Føroyar her.