Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
16.03.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Stóra Pakkhús í Vági karmur um sjóvarfalsorku og streymkort

Hósdagin 18. mars verður greitt frá um arbeiði at kortleggja sjóvarfalsorkuna á landgrunninum, og at menna teldutøk streymkort í Stóra Pakkhúsi í Vági.


Hósdagin 18 . mars kl. 20.00 fer Knud Simonsen, havfrøðingur og lektari á Fróðskaparsetrinum, at greiða frá einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kortleggja sjóvarfalsorkuna á Landgrunninum, og hvussu úrslitini frá verkætlanini kunnu brúkast til at veita neyvari kunning um sjóvarfalsrákið.
 
Í 1980-árunum vórðu ætlanir um at gera eitt orkuverk í Vestmannasund, og ein streymmáting varð gjørd mitt í sundinum miðskeiðis millum Fútaklett og Oyrargjógv. Í fjør varð mátað í Skopunarfirði, og herfyri kom ein mátari uppaftur úr Leirvíksfirði. Hesar mátingar, saman við teldusimuleringum av sjóvarfallinum, vísa, at týðandi orkunøgdir eru í sjóvarfallinum.  Úrslit frá teldusimuleringunum, sum eru gjørdar higartil, benda ikki óvantað á, at økir í Suðuroyarfirði og suður úr Akrabergi tykjast áhugaverd sum framtíðar orkuveitara.
 
Menningin av turbinum til at vinna elektriskan streym úr sjóvarfalsrákinum hevur rættuliga tikið dik á seg seinastu árini, og stór framstig eru hend síðani ætlanirnar um orkuverk í Vestmannasundi vóru á breddanum í 1980-árunum. Fleiri staðir úti í heimi eru fyrireikingarnar til at gera stórar sjóvarfalsmylluparkir komnar rættuliga langt, og einstakir sáttmálir eru longu undirskrivaðir. Næstu grannarnir hjá okkum fyri sunnan eru rættuliga virknir, og nógv vænta, at Pentland økið verður heimsleiðandi innan framleiðslu av varandi orku.
 
Í fyrilestrinum verður greitt frá verkætlanini, sum verður framd á Náttúruvísindadeildini, og stutt um nakað av stóra virkseminum, ið er innan hetta økið kring okkum. Eisini verður greitt frá um HÚK-skipanina, sum er ein plottara skipan við teldutøkum streymkortum og fiskimiðum. HÚK er stytting av Hent Útróðrar Kunning. Streymkortini, ið eru í hesari skipan, eru úrslit av teldusimuleringum, sum Náttúruvísindadeildin hevur framt seinastu árini, meðan fiskimiðini eru úr søvnum hjá miðamonnum kring landið.