University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Stóra ráðstevnan PPTOX VI sett í nýggju Kongshøll
29.05.2018
Depilin fyri heilsugransking Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Stóra ráðstevnan PPTOX VI sett í nýggju Kongshøll

Seinasta sunnudagin læt ráðstevnan PPTOX VI upp í nýggju Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju.


Tað var Tórshavnar kommuna, sum var vertur sunnudagin. Sjálv ráðstevnan verður í hesum døgum hildin í Norðurlandahúsinum.

Ráðstevnuheitið PPTOX VI stendur fyri Prenatal Programming and Developmental Toxicity. Hetta vísir til ráðstevnuevnið um, hvussu tað ófødda barnið verður ávirkað av umhvørvinum í móðurlívi, og hvussu eiturevni ávirka búningina hjá mannabørnum.

Ráðstevnan varð fyrstu ferð hildin her í Føroyum í 2007, og tá komu granskarar ásamt um eina niðurstøðu, sum seinni er almannakunngjørd í vísindatíðariti undir heitinum: The Faroes Statement: Human Health Effects of Developmental Exposure to Chemicals in Our Environment. Í stuttum var hendan niðurstøðan, at betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, eisini tá um kemisk útlát í náttúruna ræður. Fyri hópin av manngjørdum evnum vita vit ikki langtíðaravleiðingarnar fyri heilsuna hjá menniskjum og djórum. Hendan stevnan hevur síðani verið hildin annað hvørt ár í ymsum londum: USA, Frankaríki og Japan.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skipar fyri ráðstevnuni saman við Syddansk Universitet og Harvard School of Public Health. Philippe Grandjean, professari á SDU og Harvard, saman við Pál Weihe, professara í Fólkaheilsu, eru høvuðsfyriskiparar. Umleið 200 granskarar úr øllum heiminum koma til ráðstevnuna, serliga nógvir úr USA.




Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya