Knud Simonsen
10.03.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Størstu aldurnar síðani 1999

Eystanbrimið, sum gjørdi um seg í illveðrinum 31. januar, er eitt tað ringasta, sum menn vita um. Mátingar eystur av Munkagrunninum vístu alduhæddir uppá knappar 14 m. Bert eitt illveður í tíðarskeiðinum 1999-2004 hevur havt hægri aldu.


Brimið tann 31. januar gjørdi skaða mangar staðni, og í fleiri av hesum plássunum frættist um skaðar á aldargomul virkir. At hetta hevur verið eitt serliga ringt brim, er eingin ivi um, men um aldan ikki hevur verið hægri onkuntíð áður, ber ikki til at siga, tí tíðarskeiði við neyvum aldumátingum á okkara leiðum er ikki so langt.

 

Aldan á Munkagrunninum knappar 14 m.

Eystur av Munkagrunninum vóru aldurnar knappar 14 m høgar henda illveðursdagin. Hetta vísti aldumátarin eystaliga á Munkagrunninum, sum felagið Data Quality rekur vegna eitt samtak av oljufeløgum. Aldumátarin varð lagdur út á hesum staðnum í 1999, og bert einaferð áður hava aldurnar við vissu verið hægri.  Tað var tann 2. februar í 2002, tá størsta mátaða hæddin var 14.1 m. Hetta sæst í einum yvirliti, sum Bárður Niclasen gjørdi til PhD-ritgerðina hjá sær.

 

Hendingar við høgari aldu 1999-2004

Í PhD-ritgerðini viðger Bárður Niclasen tær fýra hendingarnar, sum hava hægstu alduna í tíðarskeiðinum frá 1999-2004 á hesum mátistaðnum. Dýpi, har mátarin liggur, er um 240 m. Alduhæddirnar í hesum hendingunum eru allar størri enn 10 m. Tvær av hesum hendingunum eru ikki heilt óvanta á hávetri, meðan tvær av hesum hendingunum eru um summari.

 

Vetraraldan

Hendingin við tí hægstu alduni uppá 14.1 m varð, sum longu nevnt, máld tann 2. februar, 2002. Ein bretsk veðurboya í Hetlandsrennuni vísti, at barometrið lækkaði heili 29 hPa yvir 36 tímar, og at mesti vindurin var 20 m/s. Hetta illveðrið byrjaði við vestanvindi, sum snaraði niður í ein sunnan og so aftur í útsynning. Alduhæddin vaks úr 4.5 m til 14.1 m uppá 18 tímar.

 

Tann 15. januar 2003 varð hægsta aldan máld at vera 11.7 m. Vindurin var tá útsynning og upp í norðan við mesta vind uppá einans 8 m/s á Glyvursnesi. Tað skal eisini havast í huga, at á hesari ættini liggur mátistaði í lívd av oyggjunum. Hinvegin, so fall barometrið næstan líka nógv, sum í tí fyrru hendingini, 28 hPa, men hetta hendi yvir einans 12 tímar. Aldan vaks tá frá 4 m til 11.7 m uppá 16 tímar.

 

Í báðum hesum hendingunum var talan um seiga aldu, sum í mátingunum er eyðkend við at hava eina langa alduperiodu, ið er tíðin millum tveir aldukambar. Í hesum báðum førunum var talan um heili 20 sek. Hetta bendir á, at her var talan um aldu, sum í stóran mun var skapt av illveðri longri burturi. Serliga tað seinna brimið hevði ikki samband við illveður hjá okkum.

 

Summar brimini

 

Seint á summri, tann 8. septembur í 2000, vaks aldan frá 4.3 m til 10.2 m innanfyri 12 tímar. Vindurin snaraði frá sunnan upp í vestan, og mesti vindur á Glyvursnesi var máldur til 19 m/s. Hetta hevði samband við, at barometrið fall heili 36 hPa uppá 50 tímar. Periodan hjá hesum aldunum var heldur minni, um 15 sek, sum merkir, at aldulongdin var heldur styttri. At lutfalli millum hædd og longd hjá einari aldu, sonevndi brattleikin, var størri enn í vetrarhendingunum merkir, at tað hevur verður verri sjógva.

 

Tann 17 juni, 2002, koma bráddliga brim, sum gjørdi um seg í m.a. Skúvoy, Sandavági og Kvívík. Alduhæddin vaks tá frá 2.8 m til 10.7 m uppá einans 8 tímar. Ættin var landsynningsunnan - sunnan við 18 m/s í Hetlandsrennuni, tá vindurin var uppá tað mesta. Í Hetlandsrennuni vísa mátingarnar, at barometrið fall 12 hPa uppá 8 tímar, og var hetta partur av einum látrýsti, sum flutt seg rættuliga skjótt eystureftur við miðpunktinum millum Ísland og Føroyar.

 

Teldu simuleringar av hendingunum.

Í PhD-ritgerðini hevur Bárði Niclasen roynt at endurskapt hesar hendingarnar við einum teldu myndli, sum hann hevur tillagað til føroyska landgrunnin. Tað er ikki vanlig, at slíkir myndlar hava ávirkanina av rákinum við, men ein partur av arbeiðinum hjá Bárði var at fáa sjóvarfalsráki við í teldumyndilin. Hetta telduamboðið er grundarlagið undir einari verkætlan, sum hevur til endamáls at menna eina sjóstøðuvánaskipa fyri Føroyaleiðirnar. Verkætlanin verður fíggjað av Fiskivinnuroyndum undir Fiskimálaráðnum og Granskingarráðinum.