16.10.2015
Skriva út

Stórur áhugi fyri at menna eina heildarskipan fyri vaksnamannaútbúgving (VÚ) í Føroyum

Umleið 100 fólk, ið umboða ymsar útbúgvingarstovnar, myndugleikar, fakfeløg, áhugafeløg o.o., høvdu leitað sær oman á Hotel Hafnia á seminar um vaksnamannaútbúgving (VÚ), sum NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru - skipaði fyri, tann 29. september.


Á seminarinum varð ljós varpað á vaksnamannalæru og VÚ í breiðari merking. Yvirskipaða endamálið var at varpa ljós á VÚ-økið í Føroyum, sum tað sær út í dag, lýst úr ymsum sjónarhornum, og kjak var um, hvussu vit fáa tikið fyrstu stigini til at fyrireika og seta á stovn eina skipaða vaksnamannaútbúgving, ið byggir á hugsjónina um lívslanga læru (LLL). Málbólkurin, ið serliga var havdur í huga, vóru tilkomin, ið ikki hava aðra skúlagongd enn fólkaskúlan, tilkomin við tørvi á førleikamenning, tey ið detta niðurímillum verandi skipanir og tann breiða fjøldin av arbeiðstakarum, ið hava ringast við at fóta sær á einum arbeiðsmarknaði, sum setir vaksandi krøv til útbúgving, førleikamenning og fakligheit.

Á fleiri av tiltøkum NVLs ígjøgnum mong ár hava niðurstøðurnar verið, at ein heildarskipan fyri vaksnamannaútbúgving má raðfestast og setast á stovn. Hóast munagóð átøk nýliga eru sett í verk, t.d. við útbúgving av orðblindalærarum, lesivegleiðarum, MA útbúgving í vegleiðing á Fróðskaparsetrinum, og samskipara til økið innan førleikameting, so vísti fundarfólkið á, at langt er eftir á mál, at verandi støða als ikki er nøktandi fyri land og fólk, og at niðurstøðurnar frá undanfarnum tiltøkum enn standa við. Av tí at skipað vaksnamannaútbúgving fyri fyrstu ferð er sett á dagskrá í einum samgonguskjali, varð heitt á luttakarar um at geva sítt íkast til lýsing av tørvi, skipan og ynski um innihald í eini komandi heildarskipan fyri vaksnamannaútbúgving.

Breið semja var um, at stórur tørvur er á einum inkluderandi útbúgvingarpolitikki, og at greið mál mugu setast fyri, hvussu vit landsumfatandi kunnu skipa eina kvalitetstryggjaða, førleikagevandi vaksnamannaútbúgving, ið er grundað á hugtakið um lívslanga læru.

Les samandrátt av fyrilestrum, framløgum og kjaki um VÚ HER

NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru:
NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru – er ein netverksskipan fyri vaksnamannalæru undir Ráðharraráði Norðurlanda. NVL, ið kann lýsast sum ein millumliður ímillum ‘policy’ og praksis, arbeiðir aktivt við menning, gransking, kunningarátøkum, samanspæli, samskifti og vitanarbýti innan raðfest VÚ-øki við støði í hugsjónini um lívslanga læru. Millum raðfestu økini eru førleikameting, vegleiðing, grundleggjandi litterasitetur, integratión, fleksiblar og innovativar lærutilgongdir, tætt samband í millum útbúgving og arbeiðsmarknað og talgilding.