Narrativt medisin var evnið, sum tvørfakliga pallborðið viðgjørdi fríggjadagin í Kongshøll (Foto: May-Britt Skoradal)
Brynhild Thomsen
12.10.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Stórur áhugi fyri pallborði

Áhugin var stórur fyri tvørfakliga pallborðskjakinum, sum Føroyamálsdeildin skipaði fyri í Kongshøll fríggjadagin

Undir heitinum "Gev mær styrki" hevði Bergur Rønne Moberg, lektari á Føroyamálsdeildini boðið átta lærdum fólki at skifta orð um, hvussu religiøsir tekstir og list verða brúkt og kunnu brúkast í sorgar- og sjúkuviðgerð.

Seinastu 10-20 árini eru bókmentafrøðin og hug- og læknavísindini (Narrative Medicine og Medical Humanities) farin at kanna møguleikarnar at brúka bókmentir sum amboð og hugkveiking í viðgerð av sjúkum og kreppuraktum

Frammanundan var tal sett á, hvussu mong kundu koma í Kongshøll at lýða á, tí koronuleiðreglurnar skuldu fylgjast. So skjótt var fult, tá fríggjadagurin kom, men stroymt varð frá tiltakinum, og fitt av fólki fylgdi við beinleiðis. Og eisini hava mong síðani hugt eftir stroyminum, sum liggur á rásini hjá Fróðskaparsetrinum á youtube. Talið er í løtuni 444.

Við pallborðið sótu Gorm Larsen, lektari í bókmentum og samskifti, Neal Ashley Conrad Thing, mentanarentrepreneurur og ph.d., Marjun Syderbø Kjelnes, rithøvundur og sjúkrarøktarfrøðingur, Pál Weihe, professari, Jákup Reinert Hansen, lektari í gudfrøði, ph.d. og prestur, Sverri Steinhólm, Theodor Eli Dam Olsen og Anne Mette Greve Klemensen, prestar.

Stroymingin kann síggjast í fullari longd her.