University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Okið farið av herðunum (2).jpeg

Møði og lætti hvørt um annað í kantinuni á Námsvísindadeildini í gjár (Foto: Elsa Maria Højgaard Hansen)

Brynhild Thomsen
13.06.2020
Setrið Námsvísindadeildin

Stórur innlatingardagur á Setrinum

Tey lesandi hava strevast við sínar stóru ritgerðir í seinastuni, og í gjár vóru vit við, tá klokkan ringdi fyri evstamarki á Námsvísindadeildini

Friggjadagin 12. juni var stóri innlatingardagurin á Námsvísindadeildini.

52 lærara- og námsfrøðingalesandi hava seinastu mongu vikurnar arbeitt við sínum bachelor- og YRV-ritgerðum, og á middegi í gjár var innlating á skránni.

Undantaksstøðan við koronu hevur havt við sær, at tey lesandi hava fingið talgilda vegleiðing meginpartin av tíðini, tey hava arbeitt og skrivað.

Í viku 26 skulu tey lesandi verja sínar ritgerðir, og fríggjadagin 3. juli skipar Námsvísindadeildin fyri tveimum prógvhandanum. Onnur fyri nýggju lærarunum, hin fyri námsfrøðingunum.

Vegna koronu verður handanin fyri innbodnum, og tey lesandi kunnu i mesta lagi hava tveir vaksnar gestir við.

Skipað varð fyri hugnaløtu í kantinuni á Namsvísindadeildini í sambandi við innlatingina

Starvsfólkini eru klár at taka ímóti teimum lesandi. Tað er altíð ein hátíðardagur, tá stóru ritgerðirnar verða latnar til metingar. Frá vinstru: Sigrid Vesturgarð, Kalpana Vijayavarathan, Elsa Maria Højgaard Hansen og Ann Ísheim Davidsen

Eitt ok farið av herðunum. 29 læraralesandi og 23 námsfrøðingalesandi hava latið ritgerð inn 

Námsvísindadeildin hevði bryggjað kaffi og bjóðaði teimum lesandi kanelsniglar

Tey lesandi skulu verja ritgerdirnar munnliga i viku 26 (22.-26. juni)

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving