Nøgdin við handfaringina hjá Landsstýrinum av koronufarsóttini minkar, somuleiðis álitið á Farsóttarnevndina, tó í nógv minni mun (Foto: tinganes.fo)
Brynhild Thomsen
22.12.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stórur meiriluti fyri koronupassi, men álitið minkar

Færri og færri halda, at tiltøkini ímóti koronufarsóttini eru hóskandi, og bara 29 prosent eru nøgd við háttin, sum Landsstýrið hevur handfarið koronufarsóttina. Álitið á Farsóttarnevndina minkar eisini, men als ikki í sama mun sum álitið á Landsstýrið

Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt.

Svarini vórðu savnað saman í november og desember 2021, og kanningin er tann seinasta av fleiri kanningum, sum Søgu- og samfelagsdeildin hevur gjørt, síðani koronufarsóttin byrjaði tíðliga 2020. Greiningarfyritøkan Lóður hevur gjørt kanningina í samstarvi við Heina í Skorini, adjunkt, sum hevur ábyrgdina av hesi verkætlan. Í hesi seinastu kanningini hava umleið 800 tilvildarliga útvaldir føroyingar svarað ymsum spurningum um samfelagslig viðurskifti. Kanningin er umboðandi í mun til øki, aldur, kyn o.s.fr.

Síðani koronufarsóttin kom til landið tíðliga í 2020, hevur undirtøkan fyri tiltøkunum verið stór, og tey allar flestu hava givið bæði Landsstýrinum og Farsóttarnevndini góð skoðsmál. Men sambært hesi seinastu kanningini er fólksliga undirtøkan munandi minkað, fyrst og fremst tí so mong halda, at myndugleikarnir hava gjørt ov lítið. Havast skal í huga, at hendan seinasta kanningin varð gjørd, samstundis sum stórur vøkstur var í smittutølunum. Ein og hvør kanning er ein løtumynd, men við at seta sama spurning í ymiskum tíðarskeiðum ber til at eygleiða, hvussu fólksligur hugburður broytist yvir tíð.

Í talvu 1 niðanfyri ber til at síggja, hvussu svarið upp á sama spurning broytist í fimm ymiskum kanningum – frá apríl 2020 og fram til november/desember 2021.

Í talvu 2 og 3 sæst, hvussu nøgdsemið við Landsstýrið og Farsóttarnevndina hevur verið í trimum kanningum (mai 2020, mai 2021 og november/desember 2021).

Stórur meiriluti fyri koronupassi

Kanningin hevði eisini til endamáls at kanna, hvønn hugburð fólk hava til koronupassið, sum nú er sett í verk. Í hesum sambandi tekur ein meiriluti á 58 prosent undir við útsøgnini um, at myndugleikar eiga at krevja koronupass í almenna rúminum. 25% prosent eru ósamd í hesi útsøgn (talva 4).

Tá kannað verður, hvørjir veljarar eru ímóti koronupassinum, koma ymiskir samanhangir til sjóndar.

Í talvu 5, 6 og 7 niðanfyri er yvirlit yvir tey, sum eru ímóti koronupassinum býtt á flokkar og politiska hugsjón. Hetta er gjørligt, tí allir luttakarar í kanningini vórðu bidnir um at svara, hvønn tey høvdu atkvøtt fyri, um val var í dag, og allir luttakarar skuldu eisini taka støðu til, hvar tey meta seg liggja á einum høgra-vinstra ási og einum ási, sum snýr seg um konservativ ella liberal virðir. Talvurnar niðanfyri vísa, at mótstøðan ímóti koronu-passinum er nógv størst í Miðflokkinum og næst størst í Fólkaflokkinum. Talvurnar vísa eisini, at fólk, sum siga seg vera til høgru og konservativ, í størri mun eru ímóti koronupassinum.