University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 04 28 At 09 47 24 Universitetsbókasavnið Skal Styrkjast
28.04.2025
Setrið

Strategi løgd fyri universitetsbókasavnið

Landsbókasavnið skal formliga vera universitetsbókasavn, og nú er nýggj strategi løgd fyri at fremja tað málið í verki

Fyri at røkja og menna uppgávuna sum universitetsbókasavn á besta hátt, hevur Landsbókasavnið gjørt eina strategi, sum skal virka sum stavnhald fyri menningini. Orð eru sett á sjey strategisk virkisøkir og mál, sum bókasavnið longu er farið at virka eftir.

Landsbókasavnið hevur í mong ár veitt tænastur til lesandi, undirvísarar og granskarar á Fróðskaparsetrinum - og til almenningin annars.

Í fjør varð staðfest í lóg, at Landsbókasavnið formliga skal vera universitetsbókasavn og skal styrka hesa tænastuna. Harumframt er Landsbókasavnið høvuðsbókasavn og tjóðbókasavn. 

Strategiin kann lesast her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  2. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga

  3. Gunnhild Helmsdal

    Ph.d.-verja: Gunnhild Helmsdal