University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Streym- og alduorkuverk á Reinsarínum
Náttúruvísindadeildin, K. S.
05.05.2009
Náttúruvísindadeildin

Streym- og alduorkuverk á Reinsarínum

Náttúruvísindadeildin luttekur í 'Orkuhúsinum', sum er eitt av tiltøkunum í Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu. Har verður víst hvussu streym- og alduverk í høvuðsheitum virka.


Eitt av  tiltøkunum í Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu er 'Orkuhúsið', sum er innrættað í Gamla Reinsarínum. Har er m.a. høvi at síggja hvussu orka kann fáast úr aldu og streymi. 

Undirvísingarrennan, sum til dagligt verður nýtt í undirvísingini í streymi og aldum á Náttúruvísindadeildini, er í hesum sambandinum flutt oman í 'Orkuhúsið'.

Í rennuni ber til at síggja, hvussu ymisk streym- og alduorkuverk í høvuðsheitum  virka.



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Opin fyrilestur á netinum um próvtøkuótta

  2. Rógvi Olavson Staðið Phd 13112026

    Væleydnað ph.d.-verja hjá Rógva

  3. Forsíða Klipt

    Setrið byggir brúgv til miðnám