Náttúruvísindadeildin, KS
10.07.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Streymmátarar settir út í Skopunarfirði

Fríggjadagin 10. juli setti Brimil tveir streymmátara niður á botnin í Skopunarfirði. Hetta er partur av verkætlan á Náttúruvísindadeildini, sum hevur til endamáls at geva neyvari sjóvarfalskunning. Mátaranir verða tiknar upp aftur fyrst í septembur mánaða.


Fríggjadagin 10.juli setti vaktar- og bjargingarskipið Brimil tveir streymmátara út í Skopunarfjørð fyri Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparasetrinum. Hetta er m.a. ein liður í einari verkætlan, sum hevur til endamáls at gera neyvari streymkort, sum eru grundarlagi undir sonevndu HÚK-skipanini, ið er ein plottara skipan við streymkortum og fiskimiðum.

Um streymmátingin eyðnast, fer at bera til, at gera munandi betri forsagnir av sjóvarfallinum í Skopunafirði. Umframt at tíðarásetingin fyri t.d. kyrrindir kann gerast neyvari, so verður eisini møguligt at rokna, hvussu hart rákið verður til eina givna klokkutíð á mátistøðunum í nógv ár framyvir.

Eitt annað endamál í verkætlanini er at fáa staðfest, um og hvar møguleikar eru fyri at fáa elorku burturúr sjóvarfallinum, og at kanna hvørja ávirkan møgulig sjóvarfalsorkuverk koma at hava á rákið nærhindis. Hetta er ein verkætlan, sum er stuðlað av Granskingarráðnum og SEV.

Streymmátararnir standa niðri á botninum og máta streymin frá tólinum og upp ímóti vatnskorpuni. Frá mátaranum liggja tveir um 220 m langir endar út í hvør sítt varp. Úr øðrum varpinum er standari upp til eina stongboyu, sum er merkt við flaggi, ljósi og radarendurskini.

Tann vestari mátarin liggur millum Trøllhøvda og Hestoy, og er stongboyan sett út á positión ; 61o 55.844´ N og 6o 55.865' W, og tann eystari mátarin liggur millum Kirkjubønes og Streymnev og er stongboyan sett út á positión 61o 54.699´ N og 6o 46.269' W.

Heitt verður á skip og bátar um at vísa varsemi á hesum leiðunum, og á tey, ið ætla at fiska á hesum leiðunum,  um ikki at kasta ov nær við nevndu positiónirnar, tí vandi er fyri at koma fastur í útgerðina, sum liggur niðri á botninum.