Náttúruvísindadeildin, Knud Simonsen
22.06.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Streymmátari í Suðuroyarfirði

Mándagin 21.juni setti Brimil ein streymmátara niður á botnin í Suðuroyarfirði. Hetta er liður í einari verkætlan, sum hevur til endamáls at gagnnýta sjóvarfalsorkuna, og at veita neyvari sjóvarfalskunning.


Vaktar- og bjargingarskipið Brimil var mánakvøldið 21. juni í Suðuroyarfirði og setti ein streymmátara út vegna Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparasetrinum. Mátarin er settur á umleið 67 m dýpi norður úr Nabbinum. Streymmátingin er ein liður í einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kortleggja møguleikarnar at fáa el-orku úr sjóvarfalsrákinum. Náttúruvísindadeildin hevur gjørt líknandi mátingar í Skopunarfirði og í Leirvíksfirði.



Vestfalskyrrindini í Suðuroyarfirði
Øll, sum hava hug til sjógvin, kenna til hugtakið "Vestfalskyrrindini í Suðoyarfirði". Um henda mátingin hepnast, so verður møguligt at gera neyvar forsøgnir fyri nær kyrrindir og broddar verða og hvussu hart rákið verður á hesum staðinum.



Mátarin
Streymmátarin stendur niðri á botninum, og mátar streymin í sjónum frá mátarinum og upp ímóti vatnskorpuni. Mátitólið er ein sonevndur RDCP (Recording Doppler Current Profiler), ið virkar á líknandi hátt, sum eitt vanligt ekkolodd, ið sendir ljóðstrálir út. Ljóðstrálurnar raka ymiskt í sjónum og verða sendar aftur til tólið. Í mun til eitt ekkolodd, sum brúkar eina ljóðstrálu, so hevur streymmátarin fýra ljóðstrálur, og er tað í høvuðsheitum hetta, sum ger tað møguligt at rokna streymin frá ljóðsignalinum.



Sjálvur mátarin er settur út á 61o 39.615'N og 6o 54.639' W. Úr mátaranum liggja tveir endar eftir botninum út í hvør sítt søkk. Vestara søkkið liggur á positión 61o 39.661'N og 6o 54.915' W og eystara søkkið liggur á positión 61o 39.572'N og 6o 54.347' W. Eingin standari ella boya er á mátiútgerðini, so onki er, sum órógvar sigling á leiðini, men heitt verður á bátar, ið ætla at fiska á hesum leiðunum, um ikki at kasta ímillum nevndu positiónir, tí vandi er fyri at koma fastur í útgerðina, sum liggur niðri á botninum.



Granskingarráðið og SEV stuðla
Verkætlanin verður stuðlað fíggjarliga av Granskingarráðinum og SEV og av Fiskiveiðieftirlitinum við at skip teirra seta streymmátaranar út og taka teir upp aftur. Verkætlanin skal verða liðug í mars mánaða í 2011.