Nú skulu vit øll fáast at lesa meira (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
16.09.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin
Skriva út

Stroyming: Føroyar lesa

Føroyar lesa er átak, ið hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum. Átakið byrjar í morgin ári

Í morgin, hósmorgunin, klokkan 09.00 skipar Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri kunningarfundi um átakið Føroya lesa.

Kunningarfundurin verður á Landsbókasavninum.

Føroyar lesa er átak, ið hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum. Nýggjar kanningar av lesivanum og málmenning millum børn og ung í Føroyum geva greiðar ábendingar um, at tørvur er á at varpa ljós á lesing í Føroyum.

Á kunningarfundinum fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, at kunna um átakið Føroyar lesa.

Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, og Sissal M. Rasmussen, adjunktur og ph.d á Námsvísindadeildini, hava framløgu um nýggjar kanningar av lesivanum, sum lýsa og staðfesta týdningin av góðum lesivanum og grundleggjandi málmenning hjá børnum, har lesing hevur ein týðandi leiklut.

Harumframt fer Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, at siga nøkur orð um leiklutin hjá Kringvarpinum við støði í, at stóru stroymingtænasturnar gera, at enskt vinnur alt meira fram. Saman við broyttu miðlavanunum hevur hetta stórt árin á føroysku mentanina.

Kunningarfundurin verður stroymdur á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, www.ummr.fo