University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Studentar kunnu søkja mikrolegat til vinnuligt hugskot
02.05.2016
Setursskrivstovan

Studentar kunnu søkja mikrolegat til vinnuligt hugskot

Lesandi á miðnám ella hægri útbúgving, sum hava áhuga fyri íverksetan, kunnu nú søkja eitt mikrolegat upp á 25.000 kr. til at stovna egið virki. Freistin at søkja legatið er 10. mai 2016.


Lesandi í Føroyum, sum hava eitt gott hugskot og ynskja at stovna egið virki, kunnu nú søkja eitt mikrolegat frá Fonden for Entreprenørskab, Føroyar. Krøvini eru, at tú skalt hava eitt gott hugskot, ið antin er á hugskotsstøði, ella tú skalt longu hava stovnað egið virki og hevur ikki selt fyri 50.000 kr. enn.

Nærri kunning og umsóknarblað finnur tú her.

Fonden for Entreprenørskab, Føroyar ynskir at kveikja íverksetan millum tey ungu. Royndir vísa, at mikrolegat kunnu gera stóran mun í byrjunarfasuni hjá virkjum, og at møguleikin fyri at eydnast hjá ungum íverksetarum er nógv størri, tá ið tey hava eitt mikrolegat at hjálpa sær í gongd.

Hvat kann stuðulin nýtast til?
Mikrolegatið kann verða brúkt til virksemi, sum av sonnum kann flyta hugskotið ella virkið nærri marknaðinum, at vaksa, at skapa starvspláss o.s.fr. Til dømis kann stuðulin verða nýttur til marknaðarkanningar, at menna eina prototypu, at søkja um patent, ráðgeving og mangt annað.

Mikrolegatið kann ikki nýtast til at ferðast ella til rakstur, so sum hardware, løn til toymislimirnar, leigu av skrivstovu, møblum ella øðrum innbúgvi. Somuleiðis verður stuðul ikki givin til luttøku í kappingum.

Ein norðurlendsk oyggjaverkætlan
Mikrolegatið á 25.000 kr. verður í fyrstu syftu givið sum liður í einari norðurlendskari oyggjaverkætlan, ið Fonden for Entreprenørskab, Føroyar samstarvar við. Verkætlanin Nordic Entrepreneurship Islands er ein 1- ára verkætlan, ið setur sjóneyku á entreprenørskap í útbúgvingarskipanini á 8 útvaldum oyggjum í Norðurlondum.

Vilja eggja til entreprenørskap
Aðalmálið er at økja talið av nýggjum virkjum í Føroyum, men somuleiðis verður kannað, hvussu stór útbreiðslan av entreprenørskapi og innovatión er í undirvísingini á miðnámi og hægri útbúgvingum í Føroyum.

Les meira um Nordic Entrepreneurship Islands her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum