Stuðul til útbúgving tøkur at søkja
Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum
Endamál grunsins eru:
- At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale,
- at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina,
- at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt, og
- í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál.
Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 15. august 2020, og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar, áðrenn august mánaði er farin.
Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi.
Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini.
Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale
c/o Fríða Patursson
Frúutrøð 4
Postboks 6
110 Tórshavn
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSACS 2024: Altjóða skeið í Tansania um landgrunsrættHesa vikuna verður skeiðið í havrætti, Summer Academy on...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinPh.d.-verja: Sigri M. Gaïni6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFrá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilógAlmenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøl...