University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2022-02-21 at 11-26-31 Vil du være med til at styrke samarbejdet i Nordatlanten .png
21.02.2022
Setrið

Stuðul til verkætlanir í Norðuratlantshavi

Nú stundar til umsóknarfreistina at søkja um stuðul til samstarvsverkætlanir í Norðuratlantshavi

7. mars er evstamark at søkja um stuðul frá NORA til verkætlanir, sum eru samstarv millum fólk úr í minsta lagi tveimum av teimum fýra limalondunum í Norðurlendskum Atlantssamstarvi, sum eru Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg.

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur sum mál, at innan 2030 skulu Norðurlond vera heimsins mest samantvinnaða, grøna og sosialt burðardygga øki. Verkætlanir, sum stuðul ynskist til, skulu fyrihalda seg til hesa norðurlendsku visjónina, sum byggir á tey 17 heimsmálini hjá ST.

Umframt at í minsta lagi tveir luttakarar skulu vera úr í minsta lagi tveimum av limalondunum, krevst eisini í minsta lagi, at helvtin av kostnaðinum fyri verkætlanina er eginfígging. Stuðul frá NORA kann ikki vera meira enn hálv millión krónur árliga, og 1,5 milliónir yvir trý ár.

Lesið meira her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Álvur Haraldsen 260526 0161 (1)

    UArctic Congress 2026: Ljómandi veitsla í Tórsgøtu

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

    Costas, ES-kommisserur: - Hetta er órættvíst

  3. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett