Brynhild Thomsen
22.09.2020
Setrið
Skriva út

Stuðul til vinnu-ph.d.

Danski Framtaksgrunnurin, Innovationsfonden, gevur nú føroyingum møguleika at søkja um stuðul til vinnu-ph.d. Evstamark at søkja er mikudagin í næstu viku

Frá í ár og til og við 2022 hava føroyingar møguleika at søkja um stuðul til vinnu-ph.d.-verkætlanir fyri almenna geiran.

Á heimasíðu sínari skrivar grunnnurin, at almennu vinnu-ph.d.-verkætlanirnar stimbra gransking, menning og framtakssemi í almenna geiranum og styrkja sambondini millum universitetini og almennu stovnarnar, umframt at geva lesandi møguleika fyri at uppliva sína gransking gagnnýtta í veruliga lívinum.

Freistin at søkja er 30. september á middegi (klokkan 11 føroyska tíð).

Treytin fyri at fáa stuðul er, at talan er um samstarv millum ein almennan stovn í Føroyum, Fróðskaparsetri ella annað universitet úti í heimi og ein vinnu-ph.d.-lesandi.

Fígging fæst til útreiðslur, sum almenni stovnurin hevur til løn og ferðaútreiðslur hjá tí lesandi, umframt útreiðslur, sum universitetið hevur til verkætlanina.

Til ber at fáa upp í 17.000 krónur um mánaðin sum part av lønini til tann lesandi, upp í 100.000 krónur til ferðautreiðslur og skeiðsluttøku, og eina fasta upphædd uppá 360.000 krónur til universiteti.

Lesið meira her.

Granskingar- og framtakseindin á Setrinum er til taks at vegleiða. Setið tykkum í samband við Onnu Sofíu Lava, samskipara á annal@setur.fo.