(Foto: Jørn Berger-Nyvoll)
Stýrislimur á Setrinum útnevnd sum heiðursdoktari við UiT
Elaine Munthe, professari, sum er stýrislimur á Fróðskaparsetri Føroya, er útnevnd sum heiðursdoktari við UiT – arktiska universitetið í Noregi
Á stóru ráðstevnuni Lærarar byggja samfeløg, sum varð hildin í sambandi við, at Noreg hevur havt læraraútbúgving í 200 ár, varð Elaine Munthe, professari, kosin heiðursdoktari við UiT – arktiska universitetið í Noregi.
Elaine Munthe, sum gevur sera góð íkast sum stýrislimur á Fróðskaparsetri Føroya, fekk mong lovorð á hátíðarhaldinum. Hon varð lýst sum bæði kjarnin í og fremsta umboð fyri gransking í læraraútbúgving í Noregi.
Dag Rune Olsen, rektari, rósti Elaine Munthe fyri stóra arbeiði hennara til frama fyri norska læraraútbúgving og segði, at hon hevur uppiborið at gerast heiðursdoktari, nú tey hátíðarhalda, at 200 rund ár eru liðin, síðani Noreg fekk sína læraraútbúgving.
Sjálv vildi Elaine Munthe heldur tosa um íkast frá øðrum.
– Hetta hevði ongantíð hent uttan ta stóru vælvild og mongu møguleikar, sum so mong hava víst mær, segði hon m.a. í takkarrøðu síni.
Elaine Munthe hevur havt eina drúgva og merkisverda yrkisleið sum professari í pedagogikki við Universitetið í Stavanger (UiS), har hon hevur verið deildarleiðari, dekanur og leiðari fyri Kunnskapssenter for utdanning.
Hon hevur eisini slóðað fyri teimum størstu eftirmetingunum av læraraútbúgvingum í Noregi.
Vit ynskja Elaine Munthe hjartaliga til lukku við hesum væl uppiborna heiðuri og takka fyri ómetaliga íkast hennara til læraraútbúgvingina og til Fróðskaparsetur Føroya.
Les meira her.